Ja og nei eru tvey lítil orð. Men aftanfyri tey liggja oftani stórar avgerðir
- Mette Fritzbøger
Útlendis ítróttur

Stóra stjørnan hjá Manchester United, Marcus Rashford, skoraði tvey mál í fyrra hálvleikinum móti Arsenal á Old Trafford.

Tann 18 ára gamla stjørnan fekk sína byrjan móti FC Midtjylland í Europa League fyrr í vikuni, og skoraði eisini tvey mál í tí dystinum. Við øðrum orðum, fýra mál í tveimum dystum higartil.

Beint áðrenn hálvleik skoraði Welbeck fyri Arsenal, so hálvleiksstøðan er 2-1 til United.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo