Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Vinna

Fiskaaling: P/F Fiskaaling hevur sett tvey nýggj starvsfólk. Tað eru tær báðar Birgitta Andreasen og Amanda Gratton Vang, sum verða knýttar til virksemið hjá felagnum.

Sera stórur áhugi var fyri granskingarstørvini, tá Fiskaaling søkti eftir nýggjum fólki herfyri. Bæði føroysku og útlendsku verkætlanirnar, har Fiskaaling luttekur, krevja innanhýsis serfrøði og royndir á høgum støði. Nýggju starvsfólkini á Fiskaaling eru soleiðis við til at styrkja um førleikarnar hjá felagnum.

Birgitta Andreasen er PhD í Kemiverkfrøði. Hon fer at starvast á Tøkni- & Umhvørvisdeildini og byrjar 18. november 2019. Birgitta arbeiðir í løtuni á Umhvørvisstovuni, har hon m.a. hevur gjørt massaspektrometriskar kanningar av dálkandi evnum í sjónum og skipað umhvørvisdátur í databasa.

Amanda Gratton Vang er PhD í Biomedical Science. Hon fer at starvast á Biotøknideildini, har hon byrjar 1. februar 2020. Amanda hevur drúgvar granskingarroyndir umframt royndir at fyrireika verkætlanir og at virka sum verkætlanarleiðari. Hon hevur skrivað nógvar vísindaligar greinar, sum eru givnar út á viðurkendum tíðarritum, og hon er royndur vegleiðari fyri Bachelor og Master-studentum.

Fiskaaling arbeiðir við langsiktaðari og dygdargóðari gransking, sum hevur til endamáls at uppbyggja vitan á altjóða støði til varandi aling. Birgitta og Amanda verða soleiðis partur av starvsfólkagrundarlagnum, sum skal tryggja, at hesi mál verða rokkin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo