Eg ræðist sengur. Fleiri fólk doyggja í teimum enn nakra aðrastaðni
- W. C. Fields
Onnur tíðindi

- Nú farið var undir at dagføra kloakkviðurskiftini á havnarlagnum, vísti tað seg skjótt at tað stóð verri til við kloakkskipanini, enn fyrst hildið, sigur Tvøroyrar kommuna.

- Neyðugt er at víðka um arbeiðið, fyri at fá bilbukt við trimum mest átroðkandi trupulleikunum.

- Á teknisku deild harmast tey um íkomnu støðuna, men ábøturnar mugu gerast her og nú, annars er vandi fyri at skipanin kollapsar fullkomuliga. Komandi dagarnir verður tí ólag á kloakkskipanini í kommununi og borgararnir koma tíverri at merkja tað, tí meðan arbeitt verður, mugu borgararnir ikki skola niður, sigur kommunan.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo