Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Krutl

Meðan saudiiski krúnprinsurin lovar reformar í landinum, og kvinnur sleppa at koyra bil, verður ein onnur síða av statinum víst á sosialu miðlunum, skrivar NRK.

Júst nú er talan um kampanjuna #SaveAmna. Evnisknagin er brúktur yvir 10.000 ferðir á Twitter.

Amna sigur hon er flýdd undan einum pápa sum fór illa við henni. Men at fara frá familjuni er vandamikið hjá eini kvinnu í Saudi-Arabia. Tí hon skal altíð fylgjast við einum manni. Tí er Amna handtikin nú. Keldur siga við NRK at hon er í kvinnufongslinum Dar Alreaya.

Eitt fongsul har koyrilin verður brúktur og isolasjón, skrivar NRK.

Í tvey ár livdi Amna við síðuna av samfelagnum, hjálpt av útlendskum persónum. Men tá ið hon skuldi eftir sínum ID-pappírum, var hon handtikin.

Í eini video sum verður breidd út á sosialum miðlum, sigur Amna at hon er í lívsvanda:

– Eg taki hesa video upp í dag tí hetta kann gerast seinasta video í mínum lívi. Um henda video kemur út, so er okkurt hent mær.

Videoin var tikin upp áðrenn Amna var handtikin og verður nú deild á sosialu miðlunum, skrivar NRK.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo