Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Útlendis ítróttur

Ein amerikansk kvinna sigur, at hon var neyðtikin á einum hotellrúmi í Las Vegas av Real Madrid-stjørnuni Cristiano Ronaldo.

Tað skrivar týska avísin Der Spiegel.

Sambært NRK skrivar avísin at portugisiski fótbóltsleikarin skal hava keypt seg leysan av ákærunum við at rinda 375.000 dollarar fyri at sleppa undan einum rættarmáli.

Í eini undirskrivaðari avtalu hevur kvinnan lovað ikki at nevna hendingina sum var tann 13. juni 2009 í suitini hjá Ronaldo á einum luksushotelli í Las Vegas.

Hetta dokumentið er partur av avtaluni sum er likin til Fotball leaks.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo