Satt gestablídni er kunsturin at fáa gestirnar at føla seg, sum vóru teir heima, hóast tú kundi ynskt, at tað var har, teir vóru
- ókendur
Útlendis ítróttur

Týskland hevur gjørt fýra broytingar frá liðnum sum tapti móti Meksiko.

Mats Hummels er skaddur og verður avloystur av Antonio Rüdiger, meðan Marvin Plattenhardt, Sami Khedira og Mesut Özil verða avloystir av Jonas Hector, Sebastian Rudy og Marco Reus.

Hjá Svøríki er einasta broytingin at Victor Lindelöf kemur inn fyri Pontus Jansson.

Týskland vann 2-1 móti Svøríki, og var tað Toni Kroos sum skoraði í 4.42 minutti av teimum 5 minuttunum sum vóru lagdir afturat.

Hetta merkir, at Týskland hevur nú trý stig við sigrinum á Svøríki, og er tað sama sum Svøríki hevur. Meksiko toppar í bólkinum við seks stigum, meðan Suðurkorea hevur 0 stig.

Fylg dystinum her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo