Tá lívið er fyrireikað á besta hátt...kemur deyðin
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Eftir sameiningina av DDR og tí gamla Vesturtýsklandi fekk Týskland eina risastóra fíggjarliga avbjóðing, sum var størri enn teir høvdu væntað, so tað vardi fleiri ár, áðrenn Týskland hevði fingið harmoniserað tey bæði týsku økni, sum vóru so tekniskt og kulturelt ymiskt skipaði. Men teir greiddu tað og komu fyri seg aftur eftir aldarskiftið.

Meðan nógvar grátikonur hava roynt at dæmonisera bæði  EU  og Týskland við alskyns negativum journalistikki, hevur Týskland kortini enn einaferð fingið eitt gigantiskt avlop á handilsjavnanum, í fjør - ikki færri enn 300 milliardir Euro.

Tað er tað størsta avlopið í allari verðini!

Hetta smittar nógv av uppá tey nærmastu grannalondini og førir longu til stóran økonomiskan vøkstur

Hvussu ber tað til, at slíkt verður heilt ignorerað av okkara undarligu tíðindamonnum, sum halda Brexit vera eitt bragd, hóast bretar longu eru farnir at jamra seg og grenja illa um, at teir missa eksport-inntøkur á tí stóra européiska marknaðinum...

Tann fíggjarliga týska styrkin fær ovurstóran týdning fyri serliga Danmark, Svøríki og Schweiz sum øll fáa tað avgerandi nógv betri, tá ið Týskland importerar meira.

Sum ein tíðindamaður tók til - hvat vil man hava í køkinum? Ja, meginparturin velir MIELE ella BOSCH.  Og hvat vil man hava í garaguni? - Ja, meginparturin velir AUDI ella BMW.

Gamalt er, at hvis Týskland hostar, so fær alt Europa krím við høgum fepri. Men gongst væl í Týsklandi, so blómar alt Europa! 

Virgar T Dalsggard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo