Ofta býr fals undir fríðum skinni
- Føroyskt orðatak
Innlendis ítróttur

Í døgunum 21. – 24. mars eru tríggir av okkara bestu U-17 badmintonleikarum við til  EM í Lubin í Póllandi.

Tey eru Gunnva Jacobsen, Dann Fróðason og Bárður á Reynatrøð.

Hetta er ein stór avbjóðing og uppliving fyri føroysku leikararnar. Gunnva Jacobsen luttekur í einmansleiki og blandaðum tvímansleiki, Dann Fróðason í einmansleiki og tvímansleiki og Bárður á Reynatrøð í tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki.

Fyrsti dystur verður spældur 21. mars kl. 15.00 (pólsk tíð), og verða tað Gunnva Jacobsen og Bárður á Reynatrøð, sum skulu spæla ímóti einum russiskum pari. Sama dag skal Gunnva Jacobsen eisini spæla einmansleik ímóti Ellen Skott úr Svøríki.

22. mars spælir Dann Fróðason sín fyrsta dyst í einmansleiki. Av tí at hann situr yvir fyrsta umfar, skal hann antin møta einum spælara úr Týskland ella Ungarn. Seinni sama dag spæla Dann Fróðason og Bárður á Reynatrøð tvímansleik ímóti Kroatia.

Bestu U-17 leikarar úr Europa eru við til kappingina, og sjálvt um leikararnir eru vitandi um, at mótstøðan verður hørð, so fara tey at gera sítt til at fáa so góð úrslit sum til ber.

Fyri trimum árum síðani umboðaðu Rannvá Djurhuus Carlsson og Magni Hansen Føroyar til EM fyri U-19.

Við á ferðini er eisini landsliðsvenjarin Aritra Nandy, og ferðaleiðari er Marjun Niclasen.

Til ber at fylgja við, hvussu gongur okkara ungu badmintonleikarum á facebook-síðuni hjá Badmintonsambandi Føroya.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo