Ja og nei eru tvey lítil orð. Men aftanfyri tey liggja oftani stórar avgerðir
- Mette Fritzbøger
Innlendis ítróttur

FSF: Esbjerg fB, AC Horsens, B93 og HIK vera mótstøðuliðini, tá U15-landsliðið við dreingjum næstu dagarnar fer at taka lut í EfB Spar Nord Elite Cup 2019, sum verður spælt í Esbjerg í Danmark.

Kappingin er samstundis fyrireikig til UEFA menningarkappingina, sum verður í heyst, tá føroyska liðið skal royna seg ímóti Írlandi, Luksemborg og Kosovo.

- Endamálið við kappingini í Danmark er fyrst og fremst at fáa spælt liðið saman, bæði í verjustøðu og í framrættaða spælinum, sigur Jan Mølvad Laursen, ið er venjari hjá U15-dreingjunum, við heimasíðuna hjá FSF.

Skráin

Mikudagin 29. mai
Esbjerg fB – Føroyar (kl. 18:00)

Hósdagin 30. mai
AC Horsens – Føroyar (kl. 10:40)
Føroyar – B93 (kl. 16:30)

Fríggjadagin 31. mai
Føroyar – HIK (kl. 10:40)

Leygardagin 1. juni eru kvalifiseringsdystir á skránni.

Hópurin
Jón Petur M. Thomsen, NSÍ
Emil Elmelund Hansen, HB
Ólavur J. Poulsen, Víkingur
Jónatan Nattestad, 07 Vestur
Hjalmar Gudmundsen, 07 Vestur
Markus á Lakjuni, ÍF
Suni Herman J. Petersen, B71
Hanus Højgaard, B68
Óli Mittún, FC Hoyvík
Jákup Nesá, B68
Thomas Bjørn S. Miezan, HB
Olivur Renéson Thomsen, TB
Hans Pauli á Bø, EB/Streymur
Marius Árting Allansson, B36
Ári Arnason, AB
Høgni Heinason, FC Hoyvík
Carl Mikkelsen, B36
Tobias Elmelund Hansen, HB

Føroyska ferðalagið kemur heim aftur sunnudagin 2. juni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo