Eg havi onki ímóti at liva í eini mannfólkaverð, soleingi eg sleppi at vera kvinna í henni
- Marilyn Monroe
Innlendis ítróttur

FSF: Í døgunum 28. mai til 2. juni fer føroyska U15-landsliðið við dreingjum til EFB Spar Nord Elite Cup, sum á hvørjum ári verður spælt í Esbjerg í Danmark.

Umframt føroyska landsliðið, eru lið úr Danmark og hinum norðanlondunum eisini við í kappingini, og okkurt ár hava lið úr Týsklandi eisini luttikið.

Jan Mølvad Laursen er venjari hjá U15-dreingjunum, og hann hevur nú kunngjørt hópin, ið er úttikin til komandi kapping.

Hópurin
Jón Petur M. Thomsen, NSÍ
Emil Elmelund Hansen, HB
Ólavur J. Poulsen, Víkingur
Jónatan Nattestad, 07 Vestur
Hjalmar Gudmundsen, 07 Vestur
Markus á Lakjuni, ÍF
Suni Herman J. Petersen, B71
Hanus Højgaard, B68
Óli Mittún, FC Hoyvík
Jákup Nesá, B68
Thomas Bjørn S. Miezan, HB
Nóa Eyðsteinsson, 07 Vestur
Hans Pauli á Bø, EB/Streymur
Marius Árting Allansson, B36
Ári Arnason, AB
Høgni Heinason, FC Hoyvík
Carl Mikkelsen, B36
Tobias Elmelund Hansen, HB

Sum nakað nýtt fer UEFA nú eisini at skipa fyri menningarkappingum fyri U15-landslið. Fyrsta kappingin verður í heyst, tá føroyska liðið skal til Írlands, har okkara dreingir skulu møta Írlandi, Luksemborg og Kosovo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo