Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Innlendis ítróttur

Í døgunum 12. til 21. oktober fer føroyska U16-landsliðið við dreingjum á eina heldur longri og øðrvísi ferð.

Leiðin gongur til Bangladesj, har føroyska liðið skal taka lut í eini menningarkapping, sum UEFA skipar fyri.

Hetta skrivar Fótbóltssambandið á heimasíðuni.

Umframt Bangladesj og Føroyar, vera Maldivoyggjarnar og Kambodja eisini við í kappingini.

Áki Johansen er venjari hjá U16-dreingjunum, og saman við Jens Kristiani Hansen, hjálparvenjara, hava teir nú úttikið hópin, ið skal til Bangladesj.

Hópurin
Fayo Jarmon Kore Kruse, EB/Streymur
Jóhann Jøkladal Højbro, ÍF
Sigurð Janusarson Rasmussen, B36
Mourits Mohr Bisgaard, Vejle BK (Danmark)
Jákup Norðoy Vilhelmsen, KÍ
Ejvind Restorff Mouritsen, HB
Hjarnar Jákupsson Johansen, B68
Jákup Andrias Thomsen, Víkingur
Áki Debes Samuelsen, FC Midtjylland (Danmark)
Heini Fossdalsá Sørensen, FC Midtjylland (Danmark)
Rani Wenningsted Sørensen, HB
Hans Jákup Arngrímsson, Víkingur
Sverri Mariusarson, EB/Streymur
Elias Isaksen, Víkingur
Rógvi Eyðbjørnsson Jacobsen, KÍ
Rói Wilhelm Fossabrúgv, B36
Tóki Hanusarson á Lógv, KÍ
Silas Ólavsson Gaard, KÍ

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo