Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Innlendis ítróttur

FSF: Í døgunum 21. til 26. apríl fer føroyska U17-landsliðið við dreingjum til Estland, har UEFA menningarkapping er á skránni.

Umframt Føroyar og vertslandið, eru Litava og Liktinstein eisini við í kappingini.

Áki Johansen er venjari hjá U17-liðnum, og hann hevur nú, saman við hjálparvenjaranum, Jens Kristian Hansen, sett navn á teir 18 spælararnar, ið hava fingið landsliðsboð til kappingina í Estlandi. Av teimum eru tríggir, ið hava sína dagligu gongd í donskum fótbólti.

Hópurin
Olaf Bárðason, Víkingur
Bergur J. Poulsen, Víkingur
Hans Jákup Arngrímsson, Víkingur
Dávid Matras, KÍ
Jens Mortan Samson, KÍ
Mortan Rasmussen, KÍ
Emil Weihe Joensen, B36
Mattias Weihe Joensen, B36
Martin Agnarsson, B36
Eyðbjørn Østergaard, B36
Heini Sørensen, FC Midtjylland (DAN)
Áki Samuelsen, FC Midtjylland (DAN)
Samuel Chukwudi, HB
Elias Rausborg, Hvidovre (DAN)
Suni Hansen, NSÍ
Jørgin Nielsen, NSÍ
Bogi Hentze, B71
Poul Kallsberg, Skála

Skráin
22. apríl Føroyar – Litava
24. apríl Estland – Føroyar
26. apríl Liktinstein – Føroyar

Frá 3. til 10. august verður árliga NM-kappingin á skránni, sum í ár er í Danmark, og um mánaðarskifti september-oktober skal føroyska U17-landsliðið við dreingjum til EM-undankapping í Svøríki.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo