At kenna seg eydnuríkan uttan at vita hví ... tað man vera ein hin reinasta gleðin
- úr Børkuvísum
Innlendis ítróttur

Tíðliga sunnumorgunin setti føroyska U17-landsliðið við dreingjum kós ímóti Riga í Estlandi, har UEFA menningarkapping er á skránni næstu dagarnar. Umframt Føroyar og vertslandið, eru Litava og Liktinstein eisini við í kappingini.

- Fleiri landsliðsvenjingar hava verið á skránni seinastu tíðina, og tær hava verið góðar. Tá talan er um menningarkapping, er menningin sjálvandi tað týdningarmiklasta, men vit fara sjálvandi altíð eftir at vinna, og eiga vit at kunna vera væl við í hesum dystunum, sigur Áki Johansen, landsliðsvenjari, við fsf.fo.

Vegna skaða varð ein broyting gjørd í føroyska hópinum dagin fyri fráferð. Hans Jákup Arngrímsson úr Víking hevur givið avboð, og í staðin hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir Dávidi Petersen úr ÍF.

Fyrsti dystur í kappingini verður mánadagin 22. apríl kl. 11:00, tá Føroyar og Litava møtast á Sportland Arena. Mikudagin 24. apríl kl. 15:00 spæla Estland og Føroyar, meðan seinasti dystur er fríggjadagin 26. apríl kl. 09:00, tá Liktinstein er mótstøðuliðið.

Nevndu tíðir er føroysk tíð. Dystirnir verða tíverri ikki stroymdir, men heimasíðan dystir.fo fer at fylgja gongdini beinleiðis.

Hópurin
Olaf Bárðason, Víkingur
Bergur J. Poulsen, Víkingur
Dávid Petersen, ÍF
Dávid Matras, KÍ
Jens Mortan Samson, KÍ
Mortan Rasmussen, KÍ
Emil Weihe Joensen, B36
Mattias Weihe Joensen, B36
Martin Agnarsson, B36
Eyðbjørn Østergaard, B36
Heini Sørensen, FC Midtjylland (DAN)
Áki Samuelsen, FC Midtjylland (DAN)
Samuel Johansen Chukwudi, HB
Elias Rusborg, Hvidovre (DAN)
Suni Hansen, NSÍ
Jørgin Nielsen, NSÍ
Bogi Hentze, B71
Poul Kallsberg, Skála

Høvuðsvenjari er Áki Johansen, og hjálparvenjari er Jens Kristian Hansen.

Í summar skal føroyska U17-liðið til árligu NM-kappingina, sum í ár verður í Danmark, og síðani er EM-undankappingin á skránni í heyst. Tá skulu okkara dreingir møta Danmark, Svøríki og Litava.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo