Tú veitst ikki, hvat tú veitst, fyrrenn tú veitst, hvat tú ikki veitst
- Lawrence J. Peter
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Føroysku U17-landsliðsvenjararnir, Áki Johansen og Pól F. Joensen - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: - Eg eri væl nøgdur. Soleiðis sigur Áki Johansen, venjari hjá føroyska U17-landsliðnum, eftir at lutakast hevur verið um, hvussu spælast skal í EM-endaspælinum, sum verður í Kroatia frá 3. til 19. mai.

Føroyar komu í bólk B saman við Fraklandi, Skotlandi og Ungarn. Dystirnir verða spældir 3., 6. og 9. mai.

- Vit eru komnir í ein truplan bólk, men tað kundi verði verri. Ungarn var eitt av liðunum, sum vit hopaðu at møta. Skotlandi hava vit spælt ímóti fyrr, og sjálvt um vit taptu, so passa teir væl til okkara spælistíl. So er tað Frakland. Teir kenni eg ikki so nógv til, men eg ivist onga løtu í, at teir eru góðir, sigur Áki Johansen við heimasíðuna hjá FSF.

Tað verður gjørt heilt nógv burtur úr EM-endaspælinum fyri U17-landslið, og stóru miðlarnir verða eisini upp á pláss í Kroatia hesar dagarnar. Og longu nú er greitt, at dysturin millum Frakland og Føroyar verður vístur beinleiðis á EuroSport 2

SKRÁIN

3. mai Føroyar – Skotland (kl. 11:00, føroyska tíð)
6. mai Frakland – Føroyar (kl. 11:00 føroyska tíð)
9. mai Føroyar – Ungarn (kl. 15:00 føroyska tíð)

Bólkur A: Kroatia, Spania, Turkaland og Italia
Bólkur B: Føroyar, Frakland, Skotland og Ungarn
Bólkur C: Týskland, Írland, Bosnia/Hersigovina og Serbia
Bólkur D: Ongland, Holland, Noreg og Ukreina

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo