Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Innlendis ítróttur

FSF: - Spælið hendan dyst stóð einki aftanfyri tað, sum okkara dreingir vístu ímóti Estlandi og Litava. Munurin var bara tann, at hesaferð skoraðu vit upp á kjansirnar. Sigurin var ikki eitt mál ov lítil, og endiliga fingu hesir ungu dreingir løn fyri stríðið, sigur Áki Johansen, U17-landsliðsvenjari, við heimasíðuna hjá FSF.

Fríggjamorgunin klokkan 11:00 lokala tíð í Tallinn í Estlandi (klokkan 09:00 føroyska tíð) spældu føroysku U17-dreingirnir seinasta dystin í UEFA menningarkappingini, ið hesa vikuna hevur verið á skránni í estlandska høvuðsstaðnum.

Úrslitið gjørdist ein sannførandi 6-0 sigur til Føroyar, eftir 3-0 leiðslu í steðginum. Jens Mortan Samson legði føroyska liðið á odda í 25. minutti, og tveir minuttir seinni økti Olaf Bárðason til 2-0. Stutt fyri hálvleik var Jens Mortan aftur upp á spæl, og skoraði til 3-0 til Føroyar.

Eftir hvíldina var gongdin tann sama, og tá smáir tíggju minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki gjørdi Olaf Bárðason sítt næsta mál, tá hann skoraði til 4-0. Fimm minuttir fyri leiklok økti Jørgin Nielsen til 5-0, áðrenn Emil Weihe Joensen í yvirtíðini skoraði seinasta málið í 6-0 sigrinum.

- Vit vóru nógv tað betra liðið, og eg eri ótrúliga væl nøgdur við avrikið, ið dreingirnir hava víst hesa vikuna. Nú gleða vit okkum bara til at koma heim, sigur Áki Johansen at enda úr Tallinn í Estlandi.

Føroyar: 12. Dávid Petersen (M), 2. Bergur Poulsen (Liðskipari), 3. Martin Agnarsson, 4. Elias Rausborg, 6. Samuel Johansen Chukwudi, 7. Mattias Weihe Joensen, 8. Heini Sørensen, 9. Jens Mortan Samson, 10. Suni Hansen, 13. Olaf Bárðason og 17. Poul Kallsberg.

Í seinna hálvleiki komu Dávid Matras, Bogi Hentze, Mortan Rasmussen, Emil Weihe Joensen og Áki Samuelsen á vøllin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo