Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak
Innlendis ítróttur

FSF: - Vit vóru greitt við undirlutan, og hóast vit iðra okkum um støddina á tapinum, mugu vit viðurkenna, at kroatar vóru betri og vunnu fult uppiborið, sigur Eyðun Klakstein, ið saman við Oddbjørn Joensen, er venjari hjá U19-landsliðnum við dreingjum.

Føroysku dreingirnir fingu annars eina góða byrjan á kappingina, við at vinna 2-1 í fyrsta dystinum, sum var ímóti Montenegro. Men fríggjadagin var Kroatia mótstøðuliðið, og tað gjørdist til ein greiðan 5-0 sigur til kroatar, sum vóru á odda við tveimum í hálvleikinum.

Dysturin bleiv spældur á einum sera bleytum og tungum vølli, og føroysku spælararnir høvdu ilt við at fóta sær. Hinvegin tóktust kroatarnir meira vandir við støðuna, og hetta sást eisini aftur í spælinum.

Búkilska hevur eisini órógvað føroyska hópin. Onkur spælari fekk ikki spælt í dystinum ímóti Kroatia, og aðrir spældu, sjálvt um teir ikki vóru heilt frískir. Millum annað vóru venjararnir noyddir at gera tvær útskiftingar í seinna hálvleiki orsaka av sjúku.

Men okkara dreingir fella ikki í fátt fyri tað, og kunnu sjálvir avgera, um teir skulu spæla seg víðari í kappingini.

- Vit hava framvegis møguleika at spæla okkum víðari til næsta umfar, og tí møguleikanum fara vit eftir. Dysturin ímóti Kypros mánadagin verður ein finala um 2. plássið í bólkinum, og vit fegnast sjálvandi um, at vit hava hendan gylta møguleikan. Men treytirnar eru greiðar: Vit skulu vinna á Kypros, sigur Eyðun Klakstein við heimasíðuna hjá FSF.

Dysturin millum Montenegro og Kypros endaði við 1-0 sigri til kypriotar. Eftir tvey umfør hevur Kroatia 6 stig, Føroyar og Kypros hava 3 stig í part, meðan vertslandið Montenegro framvegis hevur sítt fyrsta stig til góðar í kappingini.

FØROYAR
12. Rói Zachariasen (GK) – 3. Ari Olsen, 4. Bjarni Petersen, 5. Ólavur Niclasen, 16. Andri Benjaminsen (13. Petur í Túni Petersen, 64’) – 10. Teit Jacobsen (2. Jóhan Waag Høgnesen, 79’), 17. Mórits Heini Mortensen, 6. Jákup B. Andreasen, 15. Erlendur Magnusson, 18. Pætur Petersen (9. Hannes Agnarsson, 59’) – 8. Petur Knudsen

Eykaspælarar
1. Rói Mørk Hentze, 7. Janus Svabo Samuelsen, 11. David Muller og 14. Hjalti Kárason Djurhuus

Venjarar
Eyðun Klakstein og Oddbjørn Joensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo