Hvussu kann mann minnast tað, sum mann hevur gloymt?
- Jógvan á Fjørðinum
Innlendis ítróttur

FSF: Sum fyrireiking til komandi EM-undankapping hjá føroyska U19-landsliðnum við gentum, sum verður í heyst, er liðið fari til Riga í Lettlandi, har tveir venjingardystir eru á skránni seinni í vikuni.

Fyrri dysturin verður á middegi hósdagin, meðan tann seinni verður sunnumorgunin klokkan 10:00, føroyska tíð.

Møguleiki verður at stroyma dystirnar. Slóð til stroymingina verður at finna á Facebook-vanganum hjá FSF.

Pætur Smith Clementsen er venjari hjá U19-gentunum, og tær 18, ið eru við á ferðini í Lettlandi, eru hesar:

Eyðgerð Rúnadóttir Mikkelsen, HB
Armgarð undir Leitinum, B36
Jacoba Kærnø Neshamar, Jerne IF (DK)
Julia Helena Dal Henriksen, HB
Rebekka Jóhannusardóttir Olsen, ÍF/Víkingur/B68
Birita Ryan, KÍ
Sanna Svarvadal, KÍ
Emma Hansdóttir, B36
Marjun Óladóttir Danielsen, B36
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, ÍF/Víkingur/B68
Silja Augustinussen, EBS/Skála
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Vár Miðberg, AB/B71
Maria Djurhuus, AaB (DK)
Mona Rasmusdóttir, ÍF/Víkingur/B68
Lea Lisberg, EBS/Skála
Hanna L. Jacobsen, B36
Maria á Lakjuni, ÍF/Víkingur/B68

EM-undankappingin verður í Finnlandi frá 1. til 8. oktober. Umframt Finnland og Føroyar, vera Litava og Kekkia eisini við í kappingini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo