Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak
Innlendis ítróttur

Føroyska U19 landsliðið fór í gjár ta longu leið til Kazan í Russlandi fyri at luttaka í HM fyri lið, sum verður í døgunum 30. september til 5. oktober.

Í liðkappingini eru Føroyar í bólki saman við bæði kendum og minni kendum badmintontjóðum. Tær eru Danmark, Taiwan, New Zealand og Usbekistan. Hvør liðdystur er ein einmansleikur fyri harrar, ein einmansleikur fyri kvinnur, ein tvímansleikur fyri kvinnur, ein tvímansleikur fyri harrar og ein blandaður tvímansleikur.

Íalt eru 43 tjóðir tilmeldaðar til liðkappingina.

Hesi luttaka fyri Føroyar:
Alma Kentsdottir Mohr Pedersen, Lyngby/HBF
Sissal Thomsen, HBF
Lena Maria Joensen, KBF
Árant á Mýrini, MBF
Jónas Djurhuus, HBF
Ari Miné Jacobsen, KBF

Við á ferðini er eisini landsliðsvenjarin Sune Gavnholt og ferðaleiðararnir Kent Pedersen og Erik Engelbrecht Thomsen.

“Hetta er triðju ferð, at Føroyar luttaka í HM liðkappingini fyri U19 landslið. Enn einaferð er hetta ein stór pg spennandi avjóðing fyri føroyskt badminton. Soleiðis sum kappingin er sett upp, fáa okkara leikarir nógvar dystir, og hesaferð harða mótstøðu frá Danmark og Taiwan, sum í ár eru seedaði, men tað gleða leikararnir seg til", sigur formaðurin í BSF, Erik Engelbrecht Thomsen.

Erik Engelbrecht Thomsen leggur afturat: “Í ár er okkara luttøka fíggjað av Badminton World Federation og øðrum stuðlum. Tí vilja vit takka Badminton World Federation, okkara høvuðsstuðli Betri, okkara klædnastuðli Yonex, Bakkafrost, Poul Michelsen, Kent Pedersen Arkitektfirma, Atlantic Airways  og øðrum stuðlum, sum hava gjørt okkara luttøku møguliga.”  

Landsliðið er frammi í Kazan sunnunáttina - og fyrsti dystur verður mánamorgunin kl. 08.30 lokala tíð, og verður hann ímóti Taiwan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo