Ofta býr fals undir fríðum skinni
- Føroyskt orðatak
Innlendis ítróttur

Flogbóltur: U-20-landsliðið er júst farið til Kýpros til EM-undankapping, har teir í vikuskiftunm skulu leika landsdystir móti 6 londum. Hetta er fyrstu ferð, at U-20 luttaka í EM-undankapping.

Í hesi undankappingini á Kypros eru Føroyar, Kypros, Luksemborg, Norðurírland, Skotland og San Marino.

Liðini eru skipað í tveir bólkar, og føroysku menninir skulu fyrst spæla móti Kypros og Norðurírlandi í innleiðandi bólkinum. Eftir bólkaspælið verða hálvfinalur og finalur.

Tað er fyrstu ferð, at U20-landsliðið hjá monnum, sum er mannað við leikarum føddir eftir 1. januar 1997, verður við í undankapping til EM.

Venjarnir eru Suni Hansen, høvuðsvenjari og Otto Leo Gram, hjálparvenjari. Á liðnum eru 4 leikarar úr SÍ, 3 úr TB, 3 úr ÍF og 2 úr Fleyr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo