Gakk ongantíð firtin longur, enn tað loysir seg
- Hans Pauli Johannesen
Innlendis ítróttur

FSF: Um smáar tvær vikur setir U21-landsliðið hol á eina nýggja EM-undankapping. Fyrsti dystur verður á Svangaskarði á Toftum hósdagin 6. juni klokkan 17:00. Mótstøðuliðið er Kasakstan.

Eli Hentze, høvuðsvenjari, og Hegga Samuelsen, hjálparvenjari, hava í hesum sambandi úttikið 20 spælarar til komandi dyst. Og av teimum 20, eru tríggir, ið hava sína dagligu gongd í donskum fótbólti.

Hópurin
Silas Eyðsteinsson, 07 Vestur
Rói Zachariassen, EB/Streymur
Victor Emil Boje Henriksen, Hvidovre IF (DAN)
Ari Olsen, Skála
Bjarni Petersen, B36
Daniel Johansen, HB
Pætur Hentze, NSÍ
Hugin Samuelsen, B36
Ólavur Niclassen, KÍ
Janus Svabo Samuelsen, Skála
Jákup B. Andreasen, KÍ
Lukas Grenaa Giessing, FC Midtjylland (DAN)
Petur Knudsen, NSÍ
Magnus Holm Jacobsen, B36
Stefan Radosavljevic, TB
Pætur Petersen, HB
Mads B. Mikkelsen, Vendsyssel FF (DAN)
Gilli Samuelsen, B36
Adrian Justinussen, HB
Steffan Løkin, EB/Streymur

U21 EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Kasakstan verður á Svangaskarði á Toftum hósdagin 6. juni klokkan 17:00. Ókeypis atgongd verður til dystin.

Hini londini í bólkinum eru Montenegro, Norðurmakedónia, Ísrael og Spania.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo