Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Innlendis ítróttur

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum móti Montenegro - Mynd: www.FSF.fo

FSF: - Vit mugu bara ásanna, at vit møttu einum liði, sum var munandi sterkari enn vit. Gamaní byrjaðu vit væl, men í botn og grund var dysturin avgjørdur í fyrra hálvleiki, sigur venjarin, Eli Hentze við heimasíðuna hjá FSF.

Fríggjakvøldið spældi føroyska U21-landsliðið næsta dystin í undankappingini til EM 2020. Montenegro tók ímóti á City Stadion Niksic, og úrslitið gjørdist 3-0 til heimaliðið. Øll trý málini komu í fyrra hálvleiki – harav tvey eftir brotsspark.

Ein annar dystur í okkara bólki varð eisini spældur fríggjakvøldið. Spania var á vitjan í Kasakstan, og har gjørdist úrslitið 1-0 til spaniólar.

Næsti dystur hjá føroyska liðnum verður týsdagin 10. september klokkan 15:00 føroyska tíð – á útivølli móti Norðurmakedónia.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo