Tá Várharra plantar ein urtagarð, fer fanin at fáa sær høsn
- V. Poulsen
Innlendis ítróttur

Christian Andreasen, Aleksander Čeferin og Karl-Erik Nilsson, sum er forseti í svenska fótbóltssambandinum og varaforseti í UEFA

Forsetin og varaforseting í UEFA, Aleksander Čeferin og Karl-Erik Nilsson, vóru í dag á stuttari vitjan í Førøyum. Teir hittu umboð fyri FSF, Aksel V Johannesen, løgmann, og Anniku Olsen, borgarstjóra í Tórshavn.

Tórshavnar Kommuna skipaði fyri einum miðmála. Síðani varð farið niðan í hølini hjá FSF at fundast um ymisk viðurskifti millum FSF og UEFA.

Forsetin og varaforsetin, sum eisini er formaður í Hat Trick nevndini hjá UEFA (nevndin sum hevur játtað pening til m.a. Tórsvøll) hugdu nærri eftir umstøðunum á Tórsvølli.

Teir fingu eisini eina frágreiðing um tað útbygging, sum fer fram á vestaru síðu á Tórsvølli.

- Vitjanin eydnaðist sera væl. UEFA-forsetin tykstisk væl nøgdur við tær frágreiðingar hann fekk um ætlaðu útbyggingarnar. Vit avtalaðu, at hann verður hjástaddur, tá byggingin verður tikin alment í nýtslu.

- Vit stuðla eisini honum í at bliva afturvaldur næsta ár sum forseti í UEFA.

- Ein orsøk er, at hann er sera lættur at tosa við og kemur úr einum lutfalsliga lítlum landi.

- Tað er ein fyrimunur fyri smærru londini, at forsetin ikki er úr einum av teimum størru londunum í Europa, sigur Christian Andreasen, forseti í FSF í stuttari viðmerking til VP.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo