Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Onnur tíðindi

Tað var ein ótespulig sjón sum møtti Jørgen Blazejewicz sum eigur fyritøkuna Storålam sum liggur í Miðjútlandi. 16 seyðir vóru bitnir til deyðis og aðrir 9 vóru so illa tiltuskaðir, at teir máttu avlívast.

Og eigarin er ikki í iva um, hvør tað er sum hevur ábyrgdina. Tí tað hevur úlvurin, ella rættari eitt úlvapar, sum heldur til har á leiðini, sigur hann.

Felagsskapurin "Her er úlvurin í Danmark", sum roynir at vísa á vandarnar við villini úlvi, hevur sent út eitt tíðindaskriv við myndum av skambitna seyðunum.

Jørgen Blazejewicz sum átti seyðin hevur sett upp eitt 33 kilometra langt úlvahegn, men kortini hevur hann mist minst 40 lomb umframt vaksna seyðin, skrivar Jyllandsposturin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo