At kenna seg eydnuríkan uttan at vita hví ... tað man vera ein hin reinasta gleðin
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Aksel kleyv onga tjóð sundur í formansrøðuni á landsfundinum um vikuskiftið. Og jeg heiti á Hanus Samró, um hann kann ávísa, hvussu Aksel løgmaður t.d. hevur úthýst fólkafloksveljarar tey seinastu fýra árini, tá formaðurin eisini segði seg ikki vilja samongu við Fólkaflokkin.

Okur hoyrdu onki um úthýsing ella sovorðið tá, so hví nú?

Ósatt og høpisleyst
Fortreytin hjá Hanusi er høpisleys og ósonn. Hví? Lat okum byrja. Gamaní, Aksel er Føroya løgmaður, men á landsfundi Javnaðarfloksins er hann formaður í flokkinum, ikki umboðandi Føroya Løgting ella landsstýri í sínum útsøgnum.

Á sama hátt, sum at Hanus er ikki umboðandi sítt partafelag, tá hann vegna Fólkaflokkin sigur ósatt í sínum lesarabrævi.

Logikkur fyri likkur!
So tað er eyðsýnt, at okur mugu síggja burtur frá tílíkari uppíblanding av heitum, men latum okum royna logikkin hjá Hanusi.

Jeg eri útbúgvin filosoffur, men kortini arbeiði á Varðanum Pelagic og eri formaður í Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag.

Jeg standi ikki og frysti makrelar sum filosoff, ella skrivi hetta, sum arbeiðsfólk á Varðanum Pelagic. Tað er sjálvsagt.

Tað vil siga, hvat Aksel vegna Javnaðarflokkin sigur um politiska stev floksins, er óviðkomandi løgmanssætið.

Við ósannindum skal Fólkaflokkurin byggjast
Okur í Javnaðarflokkinum vilja hava, at øll hava tað gott og fáa javnbjóðis tænastu, óansæð bakgrund, arbeiði ella lívsáskoðan. Eisini fólkafloksfólk! Eitt samfelag, sum flestu fólk ynskja sær. Tí síggja okur ofta, at politisku flokkarnir fara at líkjast Javnaðarflokkinum, tá valið nærkast.

Hanus vrakar nú nógv av politikki Fólkafloksins við hesari útsøgn ”Vit ynskja øll eitt samfelag, har tað er rúm fyri øllum. Ikki bert teimum fáu.”

Ja, munur er á politikki flokkanna millum, so latum okum síggja hvussu hetta, í baksýni hongur saman í roynd og veru.

-       Fólkaflokkurin vil beinleiðis í sínum politikki taka vunnin rættindi aftur frá minnilutabólkum.

-       Fólkaflokkurin vil sín flatskatt, sum ríkar tey fáu vælbjargaðu, meðan restin svíður fyri tí.

-       Fólkaflokkurin vil rulla fiskivinnunýskipanina aftur, so eingin annar hevur møguleika at sleppa inn í vinnuna.

Jeg kundi hildið fram, men eyðsýnt er, at kloyu-politikkurin og tann beinleiðis oyðandi politikkurin sæst í politikki Fólkafloksins. Tvørturímóti síggja okur, at politikkur Javnaðarfloksins og løgmans er vístur í verki.

Løgmaður hevur prógvað, at hann er løgmaður fyri øll, samstundis sum hann sum formaður er trúgvur móti politikki floksins við at framhaldandi halda lyftið um ikki at fara í samgongu við Fólkaflokkin. Á sama hátt sum Jørgen sjálvsagt hevði verið løgmaður fyri alt landið, hóast hann ikki var í samgongu við øllum flokkum samstundis.

Jeg vóni, at veljarin gjøgnumskoðar Fólkaflokkin, sum hvørt fjórða ár roynir at sannføra veljaran um, at flokkurin eisini er fyri tey veiku í samfelagnum. Tí politikkurin gjøgnum áratíggju hevur prógvað nakað annað. Vil veljarin seta krossin við frælsi, samhaldsfesti og javnrætt, so er Javnaðarflokkurin einasti garantur.

Jens Arni Leo Hammerfoss, formaður í Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo