Kærleiki eigur ikki at vera tað, tú væntar at fáa, men tað, tú væntar at geva - og tú mást geva alt
- Kathrine Hepburn
Lesarin skrivar

Tá íð Havsbrún í 1964 skuldi byggjast, høvdu Ismar Joensen og Alexandur Abrahamsen, sum báðir sótu í kommunustýrinum tá, uppskot um at leggja virkið á Toftanesi um 2 km úti á vestara armi á Fuglafirði. Teir vistu m.a. úr Gøtu og úr Íslandi, at ampar fylgja við einum slíkum virkið, og at tað tí var best fyri allar partar, um virkið lá fyri seg sjálvt nakað burtur frá bygdini.

Hevði uppskotið hjá teimum báðum verið fylgt, hevði alt verið so nógv ørvísi í Fuglafirði, bygdin hevði sloppið undan ampun av tungum ídnaði, og nýggi breiði vegurin til bygdina hevði ivaleyst verið lagdur tann vegin, soleiðis, at tunga ferðslan til og frá havnarlagnum ongantíð kom inn í bygdina. Men teirra uppskot varð  tíverri ikki fylgt og høvuðsorsøkin til tað er ivaleyst, at átakið at byggja fiskamjølsvirki, kom frá Sjálvsstýrislandsstýrinum, og fleir kommunur vóru um boðið. Tað ráddi tí um at bera skjótt at við at fáa til vega hóskandi grundøki og havnarlag, og skjótasti mátin hjá Fuglafjarðar kommunu at vera við, var at viðka verandi havn suðureftir. 

Men hetta hevði so aðrar fylgjur við sær, sum ilt hevur verið at fá eyga á frammanundan: Fyri at treylarar skuldu kunna koyra til og frá nýggja havnarlagnum, mátti høvuðsvegurin ígjøgnum bygdina breiðkast. 56 bygningar: Sethús, handlar, neyst og hjallar, umframt nógvir urtagarðar eru løgd undir asfalt av hesum áum.

Tá íð virki liggja upp at sethúsum í einum sokallaðum blandaðum ídnaðar- og íbúarøki, eru altjóða markvirði sett virkjum fyri larmi, útláti og øðrum ampa, og um hesi markvirði ikki verða hildin, verður tað ótolandi hjá teimum, sum búgva har nærhendis. Hetta skapar tí eina støðuga illstøðu ímillum borgaran og virkið, sum hevði verið óneyðug, um ørvísið varð skipað, og íbúðarøki og ídnaðarøki vóru skild frá hvørjum øðrum. Tá høvdu virkini eisini havt nógv fríðari ræsur at arbeitt undir, tí altjóða markvirðini fyri rein ídnaðarøki eru nógv linari enn tey fyri blandað ídnaðar- og íbúðarøki.

Nú er havnarlagið á eystuarminum á Fuglafirði fult útbygt, og um tað kortini verður útbygt meira, so verður tann útbyggingin órímiliga dýr. Fyrr í ár segði útvarpið frá Bakkafrost, at ætlanin var, at trýfalda framleiðsluna av alifóðri frá Havsbrún, og í tí sambandi skuldu tær 8 siloirnar, sum Fuglafjarðar býráð gav prinsipielt byggiloyvið til, setast upp. Men nú frættist, at kapasiteturin  eisini skal trýfaldast og at ætlanin er at útbyggja út á sjógv.

Hetta, at ætlaða útbyggingin er so stór, og at einki lendi er at byggja á, er tað ikki gylta høvið og lagaliga løtan til at blása nýtt lív aftur í hugskotið hjá Ismari Joensen og Alexanduri Abrahamsen um bryggju á Toftanesi? Abrahamsen var kavari og hevur verið við til at byggja nógv hanarløg kring landið. Hann man vera tann føroyingur, sum hevur sæð flestu bryggjur og havnarbygging frá botninum av. Um nakar, so hevði hann skil fyri havnum og havnarbygging. Á Toftanesi og haðani um 3 km suðureftir er útgrunt, so har er bíligt at byggja havnarlag og góðir vakstrarmøgulleikar.

Samanbering ímillum kostnað at byggja bryggju út frá Havsbrún og at byggja á Toftanesi
Her er ein leyslig yvirlitssamanbering yvir hvussu nógvir rúmmetrar av gróti fara í eina bryggju, sum er 200 m long og 50 m breið roknað frá verandi kajkanti við Havsbrún, og eina  bryggju , sum er løgd á Toftanesi.

Dýbtirnar eru tiknar frá kortal.fo

Bryggjan út fyri Havsbrún

50m 18,5 m 8,5 m

rúmdin av grótinum sum fer til hesa bryggjuna verður:

(18,5 m + 8,5 m) : 2 x 50 m x 200 m = 135.000 m3 

Bryggjan á Toftanesi, og hvussu atkomuvegur kann gerast oman á Toftanes, sum liður í at byggja bryggju
Tað minkar um kostnaðin, um alt tilfarið til bryggjuna fæst á staðnum, men í staðin fyri eitt grefligt grótbrot við havnina, verður ein tunnil gjørdur sum ein ¾ skrúva frá Toftanesi og upp í grótbrotið á Brúnarenda. Frá tunnilsmunnanum í grótbrotinum verður vegurin bundin í innkomuvegin til ídnaðarøkið, soleiðis at bara ein íbinding verður til landsvegin. Á henda hátt hevur ídnaðarøkið á Kambsdali eisini fingið sína havn. Tilfarið úr tunnlinum skal so brúkast sum ífylla í sjálvt havnarlagið, meðan bryggjukanturin verður styrktur við størri gróti, sum verður skotið úr bakkanum á ovaru síðu av havnarlagnum.

Um tunnilsvegurin fær sama hall, sum vegurin niðan á Syðrugøtueiðið Gøtumegin, verður tunnilin um 1,5 km langur. Er hann 8 m í tvørmál gevur tað

1500 m x4 m x 4 m x 22/7 = 75.430 m3 av gróti, sum er  135.000 m3 – 75.430  m3 = 59.570 m3 minnið enn grótið, sum fór til havnalagið úti fyri Havsbrún. 

Vilt tú hava eitt tal fyri, hvussu nógv bryggjan út fyri Havsbrún kostar meira enn Toftanesbryggjan, er kostnaðurin av teimum 59.570 m3 av gróti, sum fara meira í hana, eitt gott boð.

Hjá Landsverk er prísurin fyri grót 132 kr. fyri rúmmeturin. Tað gevur

59.570 m3 à 132,- kr. = 7.863.240 kr.

Treylarar taka vanliga um 800 kr. fyri at koyra 30 t sum svarar til 17,046 m3 av Húsatoft í Lamba til Fuglafjarðar, at koyra 59.570 m3 av gróti av Húsatoft til Fuglafjarðar kostar sostatt:

59.570 m3/17,046 m3 x 800 kr. = 2.795.819 kr.

Samlaði metti meirkostnaðurin av bryggjuni út fyri Havsbrún í mun til 

Toftanesbryggjuna  verður sostatt 10.659.059 kr.

Grótið úr tunnlinum røkkur til eitt havnarlag á Toftanesi sum er:

50 m 10 m

75.430 m3 : (50 m x 10 m :2) =  gott 300 m langt og 50 m breitt

Niðurstøða
Eftir hesum at døma, verður tað gott 10 milliónir kr. bíligari at byggja eitt nýtt havnarlag á Toftanesi enn at víðka bryggjuna út frá Havsbrún. Við uppskotinum um bryggju á Toftanesi við atkomuvegi, hevur tú harafturat fingið eitt helvtina stórri havnarlag, sum liggur so mikið langt frá bústøðum, at tað kann flokkast sum ídnaðarøki burturav, har ídnaðurin kann virka fríðari, við tað at alltjóða markvirðini fyri slík øki eru  linari.  Harafturat hevur tú fingið ein atkomuveg til havnarlagið, sum heldur tungu ferðsluni burtur frá øllum íbúarøkjum í kommununi, og av tí at hann liggur ígjøgnum tunnil, verður brekkan oman á havnarlagið á Toftanesi ongantíð hál av frosti ella kava.

Er hetta ikki vert at umhugsa? 

Niels Midjord                                                                                

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo