Órættvísi á einum øki hóttir rættvísi allastaðni
- Martin L. King

VP spyr

NAVN / NR.FO

Tekstlýsingar

Trýst á myndina og hon verður størri

Sambært logtingslóg nr. 13. frá 21. mai 1954 um byggisamtykt og bygdaplan hevur kommunustýrið í Sørvági  á fundi hin 31.05.2017 samtykt at broyta byggisamtyktina og bygdaplanin fyri Sørvágs kommunu.

Broytingin fevnir um tann partin av matr. nr.119a, sum sambært matriklinum liggur ml. veg ar og ap á Longubrekku.

Bygdaráðið hevur samtykt at broyta omanfyri nevnda part av matr. nr. 119a frá øki K landbúnaðarøki til øki B sethúsaøki.

Frágreiðing, kort og vegleiðing um kæru liggur frammi á kommunuskrivstovuni til almenna eftirskoðan í tíðarskeiðinum frá 12. juli til 23. august 2017.

Møgulig mótmæli ella broytinagruppskot verða at senda Sørvágs kommunu skrivliga í seinast 23 august 2017.

Sørvágs kommuna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann