Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa
Lesarin skrivar

Í Føroyum hevur inhabilitetur og nepotisma ikki verið sjáldsamt, men hvørja ferð hava fólk kortini torað at tosa um tað og ymiskir fjølmiðlar hava fílst og skrivað um tað.

Men nú tykist, sum um okkara inkompetenta lið av journalistum og mikrofonjassum eru tagnaðir og loypa slíkar politiskar óvanar heilt um.

...

Tað er eitt faktum, at býar-keisarinnan, sum er PARTAKVINNA hjá stjóranum á Bábilsprojektinum GLASIR, hevur havt ávirkan á, at man hevur fingið systir hennara trýstað inn í tað rúmliga Bábilstornið sum starvsfólk, hóast borgmeistara-systirin fleiri ferðir er koyrd úr ymiskum størvum, vegna manglandi dugnaskap.

Fyri at gera skommina enn størri, so arbeiðir maður keisarinnu-systrina í Bábilsprojektinum frammanundan, so alt umhvørvið osar av hugna og tøttum familjuskapi.

Í tí gamla Romararíkinum segði man, um enn í einum eitt sindur meira pikantum samanhangi, at tað mátti aldrin kunna setast ein plettur (mistanki) á sjálvt konu Cæsar.

Hjá keisarinnuni av TÓRSHAVN er talan um meira enn illgruna ella mistanka!

Sjálvandi fer hon at postulera, at hon einki visti ella veit um ta loyniligu starvssetingina hjá partamanninum, men vit trúgva heldur uppá bæði storkin og jólamannin, enn uppá keisarinnuna og alt hennara goggandi republikanska býráðs-bindiklubbalið.

Henda starvsseting er avgjørt ikki saklig og er als ikki farin fram eftir kvalifikatiónum!

Hví verða slkar ódámligar intrigur fulkomuliga lopnar um av okkara annars hart gorrandi varpingar-liði.

Málið er búgvið til eina langa satiriska revy ella eina heila Ólavsvøku-kabarett!

Virgar T Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo