Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Beint nú er Trumpur farin at hótta við einum ónossligum múri millum Mexiko og USA. Tað er sjálvandi ein grotesk ætlan, og man forstendur væl tað forargilsið, sum múrurin skapar.

Men fólk eru ofta stuttmint. Tað er ikki meira enn ein knappur mansaldur síðani, at risabýurin BERLIN var sundurbýttur av einum andskræmiligum múri, sum kommunistar bygdu, tí teir ikki kláraðu fríhandil, kapping og opnar grensur.

Nógv av teimum fólkum, sum í dag sita væl í Føroyum, vóru sera forlipt uppi í tí fúla politiska múrinum hjá Walther Ulbricht, og eg havi ofta hoyrt tey rósa tí ómenniskjansliga tiltakinum, líka til 1989, tá ið múrurin endiliga fall.

Fyri eini stuttari løtu síðani sá eg ein av teimum mest rabiatu føroysku salonkommunistunum í 1970/80'unum beklaga múrin hjá Trumpi, men hvat er tann principielli munurin á Trumpa-múri og Berlin-múrinum?

Bara tann, at Trumpur sperrar fólk úti, meðan Berlin-múrurin sperraði fólk inni.

Hesin eftirrationaliserandi føroyingur var avgjørt aldrin at síggja millum tey, sum fíltust á "Múrin" um tað mundið, tá ið vit socialdemokratar kritiseraðu Berlin-múrin, - nei, tvørturímóti, - hann fagnaði múrinum saman við nógvum øðrum. 

Allir múrar millum fólk ella lond eru vanvirðisligir, antin man er konservativur ultraliberalistur ella stovukommunistur.

Tað er sjálvandi hugfarsligt, at vit NÙ síggja teir fyrrverandi Berlin-múra-elskararnar fylkjast við okkum, sum altíð hava verið ímóti politiskum múrum.

Men tað er nakað seint í lívinum, at hesir menn, sum í dag vidhvørt royna seg sum ultraliberalistar,  hava vant seg av við sítt múra-forelskilsi..

Eitt slíkt hamskifti hevði klætt teimum nógv betri í 1970'unum, áðrenn Berlin-múrurin datt.

Virgar T. Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo