Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand
Politikkur

Frá Løgtingsins Umboðsmanni: Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu, um ein fyrrverandi landsstýrismaður leyk treytirnar fyri at fáa eftirløn við 60 ára aldur.

Landsstýrislønarlógin § 3, stk. 2, 1. pkt. ásetir, at fyrrverandi landsstýrismaður hevur rætt til eftirløn við 60 ára aldur, um aldurin á landsstýrismanninum og tvær ferðir starvsaldurin á tingi og í landsstýrinum til samans er í minsta lagi 95 ár.

Klagarin og Løgmansskrivstovan vóru ósamd um, nær fráfaringaraldurin skuldi roknast frá, og um tíðin í Løgtinginum, aftaná at klagarin var farin frá sum landsstýrismaður, skuldi telja við í samlaðu uppgerðini av rættinum til eftirløn við 60 ára aldur.

Umboðsmaðurin hevði onga viðmerking til, at Løgmansskrivstovan tulkaði fráfaringaraldur til at vera aldurin á landsstýrismanninum, tá hann á seinasta sinni legði frá sær sum landsstýrismaður.

Umboðsmaðurin helt tað hinvegin, grundað á orðaljóðið í § 3, stk. 2, 1. pkt., ikki vera grundarlag fyri at tulka ásetingina avmarkandi og ikki taka tíðina í Løgtinginum, eftir at klagarin var farin frá sum landsstýrismaður, við í útrokningargrundarlagið.

Ein uppgerð av aldrinum á klagaranum, tá hann gavst sum landsstýrismaður, og tvær ferðir starvsaldurin á tingi og í landsstýrinum til samans, kundi tí  hava við sær, at klagarin hevði rætt til eftirløn sum landsstýrismaður við 60 ára aldur. Umboðsmaðurin heitti tí á Løgmansskrivstovuna um at taka málið upp til nýggja viðgerð og lata seg frætta, hvat víðari hendi í málinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo