Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Eg havi góð 25 ár at líta aftur á. Nostalgi hjá mær er avmarkað til at hóma MTV, at ringja við fastnet-telefon, keypa fløgur, at varnast absurdan klædnamóta seint í 90’unum og fyrst í 00’unum.  Ja, eg eri tað, tú kanst kalla ungur. Hasin grøni, innisitandi pilturin, ið einki veit at siga um farnar øldir, har menn vóru menn og kvinnur ikki vóru kvinnur enn. Ein úrdráttur av søguleysum einkisleika og rótleysum sjálvsmyndum.

Á ólavsøku ressaðist fjøldin á Vaglinum við, tá kringi eygleiðarin og málsligi oddvitin, Suni Merkistein, var illa eintur við selfiementanina, sum blómar í dag. Fototólið vendir skeiva vegin. Individualisman herjar. Eingin kommunulækni gongur um fjøll millum seytjan bygdir og skrivar ritgerðir samstundis longur. Hvar eru tey undangongufólkini, ið bardust fyri hugsjónum? Hvør kann samanberast við Ova Joensen í dag? Uppalir samtíðin nakra hetju? Uppala vit friðloysingar við dapurskygdari sjálvsfatan? Neyvan var tað hesin raski kommunulæknin, ið syrgdi fyri, at tað í dag ikki er neyðugt at ganga um fjøll sum kommunulækni. Møguliga var tað ein, ið ikki kom í søgubøkurnar. Hasin, ið ikki verður nevndur í eini ólavsøkurøðu um 100 ár. Nostalgiin trívist, tá søgan verður sett upp ímóti nútíðini. Nútíðin hevur ongan kjans ímóti glitrandi myndamáli frá stórslignum søguhendingum og einstøkum útvaldum tjóðarhetjum.

Hvussu skal eitt veldi sum Bakkafrost fáa aðra samtíðarliga viðurkenning frá føroyingum enn, at tað er ein milliardamastodontur, ið etur smáar fiskar? Hvørja viðurkenning fær Sonja Jógvansdóttir at stríðast fyri javnrættindum? Pál Joensen fyri at hava luttikið í tveimum OL? Eivør Pálsdóttir fyri sítt stóra íkast til føroyskan tónleik? Arne Vatnhamar fyri at vera fyrsti føroyingur á Mount Everest?

Tey taka selfies. Tey brúka sosialar miðlar. Tey arbeiða hart. Tey eru til. Tey eru her.

Samtíðin er meira enn selfiementan – eins væl og fortíðin er meira enn glæsilig hetjubrøgd. Tað svitast ikki, at tað býr ein andsøgn í menniskjanum, eitt tvílyndi, sum bæði hatar hasa sjálvsmyndina av fjallatoppinum og samstundis leggur hana út á sosialar miðlar. Men tað er ikki ein nýggj staðfesting. Tað er ikki idealisma ella individualisma. Tað er bæði. Tað skal ikki berast fram sum royndur lutur, at muran í fólkinum í farnu øld bert var greið, framskygd og gløgg. Hon var tvílynt. Eins og í dag.

Tað er tó týðiligt at skoða hvussu vit í dag fáa lívgandi andaliga føði av afturlítandi staðfestingum. Bíða 100 ár, bíða til ólavsøku í 2116, tá framtíðaroddvitin heldur røðu á Vaglinum og hálovar tí, ið farið er. Stjóranum í Bakkafrost fyri eyðmýkt, Sonju Jógvansdóttir fyri treiskni, Pál Joensen fyri dirvi, Eivør Pálsdóttir fyri skapanarevni, Arna Vatnhamar fyri ongantíð at geva upp. Alt sett upp ímóti mentanini, ið fer at herja í 2116. Rotinskapur. Individualisma. Fólk, ið ikki eru íðin. Vantandi áhugi fyri samfelagsviðurskiftum. Grøna ungdóminum.

Tað ættarliðið fer at elska nostalgisku og samtíðarhatandi røðuna hjá framtíðarinnar Suna Merkistein. Men hvør uppaldi tað ættarliðið? Tað vóru vit og okkara børn. Vit, sum í dag ikki vilja setast í samband við okkara samtíð. Vit, sum søgdu “Fantastisk røða, Suni”. Og tað speglast eisini aftur í tilfarinum, vit fáa frá høvuðsmiðilinum, ið skal umboða hvørjir vit føroyingar eru. Vit vilja hoyra um barndómin hjá eini kvinnu í Vestmanna. Vit vilja hoyra hvussu 80’ini vóru hjá einum, ið var ung í 80’unum. Vit vilja hoyra gamlar plátur leygarkvøld. Sunnudag vilja vit hoyra gamlar sálmar og afturlítandi samrøður. Vit vilja hoyra døtur fortelja um hvussu góð mamman var í barnaárunum. Lívið eftir 65 er áhugaverdari enn lívið sum 25. Vit vilja nostalgiina. Nostalgimentanin blómar. 

Samstundis síggja vit fyri okkum einar ungar og frískar Føroyar spretta í framtíðarhugsjónum okkara. Nakrar av størstu kanningunum og politisku rembingunum seinastu árini hava lagt dent á tilflyting heldur enn fráflyting og jú, gaman í, fólkatalið veksur í løtuni – tað er eitt stórt bragd. Men bera vit eina tjóð fram bara við at hugsa um alt, ið liggur við mold á múla? Halda vit fram at økja um fólkatalið við at brennimerkja samtíðarlyndið?

Nýggj vitan verður ikki skapt av at vera afturlítandi. Hon verður nevtraliserað. Køvd. Vitan, sum er gomul, hevur verið har fyrr og kann tí per definitión ikki vera nýggj. Men eitt er vist: Pál Joensen ger tað fyri Føroyar eins og Ove Joensen gjørdi tað fyri Føroyar. Ólavsøkurøðan verður skrivað fyri Føroyar. Tó eigur tað at vera ein skilnaður millum søgulig hetjubrøgd og samtíðarligan rotinskap. Tað fyrsta gevur ikki tað næsta. Hava vit hesa áskoðan, er lætt at síggja søguna sum eitt glansbílæt og samtíðina sum eina skirvisliga samanseting. Søguligar hetjur útiloka ikki samtíðarhetjum og parallellurin til selfie fanst eisini í nítjanhundraðoggrøntkál.

Bjarni Arge

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo