Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Lesarin skrivar

Í áðni visti Kringvarpið at siga frá, at fleiri fólk hava kravt, at í tí nýggju stjórnarskipanini skal standa, at islam verður forboðið í tí føroyska samfelagnum.

Hetta skyldast beinleiðis ræðslu fyri akkurát tí religiónini, sum altso verður roknað sum politisk ideologi.

Soleiðis sum fleiri muslimar hava tíggjað sær í langa tíð, er henda áskoðan ein logiskur konsekvensur av terrorismuni, og hon er forstáilig, men er hetta kortini tilráðiligt?

Er tað heilt gjøgnumtonkt?

Í dag er terrorisma eitt globalt fyribrigdi og fundamentalistar fylgja sera væl við.

Fyribils verða vit tað avgjørt einasta landið, sum fer so radiklat til verka, at vit heilt útihýsa eini einstakari religión.

Frætta muslimar um eitt samfelag í Norðureuropa, sum forbjóðar islam, ja, so verða allar Føroyar eitt sera upplagt terror-mál!

Tað eru Føroyar kanska longu, tí kristindómurin í Føroyum av mongum muslimum verður mettur sum fanatisma og fundamentalisma!

At skriva eitt so eksklusivt forboð í eina stjórnarskipan, kann blíva sum at vísa hundi brand, ella at sløkkja eld við benzini.

Lat okkum ikki blíva líka so einoygdir og intolerantir fundamentalistar, sum islamistarnir eru!

Virgar T. Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo