Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Kunnu samkynd vera virkin í kirkjum og samkomum?

Tað velds sjálvandi um, hvat ið mann meinar við samkynd og hvat ið mann meinar við kirkjur/samkomur - og ikki minst, hvønn, ið mann spyr.

Bíblian (haðani hugtakið kristin kirkja/samkoma stavar) viðurkennir ikki samkyndleika (homoseksualitet) sum ein ontologiskan status, men roknar tað sum eina atferð, ein lívsstíl  (ið summi hava betri hug til, enn onnur)

Um vit halda okkum til bíbliuna, so eiga samkynd als ikki at vera í einari kristnari samkomu, tey eiga at vera beind burtur frá samkomufelagskapinum. (m.a. 1.Korintbræv 6:9-11 og 5:9-13)

Um ein kristin kirkja ella samkoma aktar bíbilsku meginreglurnar fyri samkomurøkt, so eru eingir praktiserandi kynsvillingar í samkomuni - teir eru beindir burtur t.v.s. koyrdir út úr samfelagið teirra heilagu við samkomutykt (kirkjutukt).

Í og við, at eingir pratiserandi kynsvillingar eru í einari kristnari samkomu/kirkju, ið skipar seg eftir bíbilsku meginreglunum, so gevur tað onga meining at umrøða tænastur í samkomuni fyri fólk, sum ikki eru partur av henni - kynsvillingar eru ikki partur av samkomuni - soframt hon er samfelag teirra heilagu, skipað og stýrd eftir Guds orðs fyriskipanum.

Óli Nicodemussen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo