Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen
Vágatíðindi

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um kæruviðgerðina hjá Heilsu- og innlendismálaráðnum í samband við eitt mál um, at Umhvørvisstovan hevði givið loyvi til at leggja aliringar út fyri Víkar í Vágum, uttan at nøkur umhvørvisgóðkenning varð lýst alment.

Undir kæruviðgerðini lýsti Umhvørvisstovan umhvørvisgóðkenningina.

Klagarin fekk onga móttøkuváttan fyri kæruna, og hóast klagarin rykti eftir svari, og ráðið lovaði at seta seg í samband við klagaran, fekk klagarin ikki svar uppá kæruna, fyrr enn hann hevði klagað Heilsu- og innlendismálaráðið til umboðsmannin.

Umboðsmaðurin gav Heilsu- og innlendismálaráðnum eina átalu fyri handfaringina av málinum.

Skrivið kann lesast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo