Hvussu kann mann minnast tað, sum mann hevur gloymt?
- Jógvan á Fjørðinum
Onnur tíðindi

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Heilsutrygd ikki avgreiddi eitt krav um afturrindan av heilsutrygdargjaldi fyri eitt tíðarskeið, har klagarin eisini hevði goldið til Folketrygden í Noregi. Klagað varð eisini um, at Heilsutrygd ikki sendi skjøl, sum klagarin hevði fingið játtað innlit í.

Umboðsmaðurin helt ikki orsøk vera til at finnast at Heilsutrygd fyri ikki at hava avgreitt kravið um heilsutrygdargjaldið, fyrr enn yvirskipaði myndugleikin, Heilsu- og innlendismálaráðið, hevði vegleitt Heilsutrygd um, hvussu slík mál skuldu avgreiðast.

Tó helt umboðsmaðurin, at tað ikki var nøktandi, at tað hereftir tók Heilsutrygd nærum 8 mánaðar at svara klagaranum.

Umboðsmaðurin gav tí Heilsutrygd eina átalu fyri drúgva málsviðgerðartíð.

Umboðsmaðurin gav somuleiðis Heilsu- og innlendismálaráðnum eina átalu fyri at brúka óneyðuga langa tíð at koma við eini vegleiðing til Heilsutrygd um, hvussu slík mál skuldu avgreiðast.  

Viðvíkjandi innlitsmálinum gingu 3 mánaðir frá tí, at Heilsutrygd játtaði innlit, til skjølini vórðu send klagaranum. Umboðsmaðurin gav Heilsutrygd eina átalu fyri handfaringina av innlitsumbønini.

Álitið kann lesast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo