Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Onnur tíðindi

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um drúgva málsviðgerðartíð og vantandi svar frá Umhvørvisstovuni í sambandi við eitt mál um marknaumskipan.

Klagarin sendi í august 2017 Umhvørvisstovuni ein fyrispurning um mannagongdina í sambandi við ummatrikulering. Aftan á 9 mánaðir ringdi klagarin til Umhvørvisstovuna og minti á fyrispurningin, sum sambært Umhvørvisstovuni av misgáum var dottin burtur ímillum. Sama dag sendi klagarin Umhvørvisstovuni umsókn um marknaumskipan. 3 mánaðir seinni byrjaði Umhvørvisstovan at málsviðgera umsóknina. 

Umboðsmaðurin viðmerkti, at vantandi svar frá Umhvørvisstovuni upp á fyrispurning klagarans var orsøkin til, at umsóknin um marknaumskipan ikki varð send stovninum fyrr enn í mai 2018.

Umhvørvisstovan átti tí at havt uppraðfest málsviðgerðina av umsóknini um marknaumskipan fyri at bøtt um drúgvu málsviðgerðartíðina.

Tað var tí ikki nøktandi, at tað gingu 3 mánaðir frá tí, at Umhvørvisstovan móttók umsóknina um marknaumskipan, til Umhvørvisstovan byrjaði málsviðgerðina av umsóknini.

Umboðsmaðurin gav Umhvørvisstovuni eina átalu fyri handfaringina av málinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo