Dárin heldur væl standa til, um tað er eydnast honum at svara onkrum illa aftur
- V. Poulsen
Onnur tíðindi

Umboðsmaðurin hevur verið á eftirlitsvitjanum á deildum hjá Almannaverkinum, sum tekur  ímóti børnum og ungum, sum eru umsorganaryvirtikin. 

Eftirlitsvitjanirnar í Trivnaðareind 10 fevndu um deildirnar Nýggjustovu og Trappustovu, Pedda við Steingøta 10 í Tórshavn, Jekarastovu, Jekaragøtu 8 í Tórshavn, Garðsstovu, Garðsgøta 31 á Argjum og Móttøkudeildina, Serskipanina og Argjaboðagøtu, Argjaboðagøta 7 á Argjum. 

Hølisviðurskifti og samanseting av børnum
Hølisviðurskiftini gjørdu, at børnini ofta fluttu. Hetta tók orku frá starvsfólkunum og skapti ótryggleika hjá børnunum. Upplýst varð, at tað ofta kom fyri, at pláss ikki var fyri einum barni á deildini, har barnið av røttum átti at farið. Tí var samansetingin av børnum á teimum ymisku deildunum tilvildarlig og uttan mun til sjúkuavgerðir, ella hvussu børnini annars hóskaðu at búgva saman. Hetta var óheppið, tí tað førdi til samanbrestir og harðskap. 

Umboðsmaðurin vísti á, at bæði børn og starvsfólk hava tørv á støðugleika fyri at føla seg trygg og kunna virka til fulnar í gerandisdegnum. Hetta er ikki minst galdandi fyri børn, sum hava verið fyri umsorganarsviki og ofta hava livað eitt umflakkandi lív. Ein av fortreytunum fyri, at viðgerðirnar av børnunum skulu eydnast, er, at karmarnir eru í lagi. Børnini eiga at búgva á tí deild, sum hóskar best til teirra tørv, soleiðis at uppihaldið á stovninum verður støðugt og væleydnað. Sum meginregla eiga børn við ymiskum sjúkuavgerðum ikki at búgva saman.

Umboðsmaðurin metti, at stórur tørvur er á einum nútíðarhóskandi barnaheimi, so børnini kunnu fáa tær umstøður og ta viðgerð, tey hava tørv á.

Almannaverkið hevur upplýst, at stig eru tikin til at betra um hesi viðurskifti.

Sálarfrøðingur
Undir eftirlitsvitjanunum varð víst á, at hóast fleiri børn og ung ofta høvdu brúk fyri viðgerð frá sálarfrøðingi, starvaðist eingin sálarfrøðingur í Trivnaðareind 10. Ynski var sett fram um fastan sálarfrøðing, soleiðis at børnini kendu seg tryggan við viðkomandi, og at møguleikin fyri at viðgerðirnar eydnaðust gjørdist størri. 

Umboðsmaðurin vísti á grein 24 í Barnarættindasáttmálanum um, at børn hava rætt til best møguliga heilsustøðu, at fáa sjúkuviðgerð og til at fáa heilsubót og mælti til, at fastur sálarfrøðingur verður knýttur at Trivnaðareind 10, sum børnini og tey ungu kunnu hava dagligt samskifti við.

Kontaktpersónar
Upplýst varð, at hvørt barn hevði tveir kontaktpersónar. Hesir vóru ikki neyðturviliga tey starvsfólk, sum barnið var mest knýtt at.

Umboðsmaðurin vísti á, at sambært grein 12 í Barnarættindasáttmálanum eigur barnið at verða hoyrt í sambandi við val av egnum kontaktpersónum.

Almannaverkið hevur boðað frá, at Almannaverkið fer at umhugsa at broyta mannagongd í sambandi við val av kontaktpersónum.

Gjøgnumskygni, mannagongdir, vegleiðingar v.m.
Skjalatilfarið, sum umboðsmaðurin fekk útflýggjað í sambandi við eftirlitsvitjanirnar vantaði í fleiri førum skjalfesting av endamálsorðingum og vegleiðingum v.m. 

Umboðsmaðurin mælti til, at arbeiðið við at orða og skjalfesta endamál, vegleiðingar, mannagongdir, politikk o.tíl. heldur fram, soleiðis at tað verður greiðari, hvat Trivnaðareind 10 stendur fyri, og hvørji tilboð eindin hevur. Umboðsmaðurin mælti eisini til, at sami leistur verður brúktur, tá skrivað verður í journalirnar hjá børnunum, og at sama slag av skjølum fáa sama heiti, soleiðis at journalirnar verða meira gjøgnumskygdar og samanberandi. 

Almannaverkið hevur upplýst, at farið verður undir arbeiðið í næstum at fáa hesi viðurskifti í rættlag, og at viðurskifti kring vantandi gjøgnumskygni og kunning væntandi betrast, tá virksemi verður neyvari lýst og regulerað, t.d. í kunngerð, og er hetta arbeiðið farið í gongd. 

Kunning og supervisión
Umboðsmaðurin vísti á, at kunning er týdningarmikil fyri trivnaðin og mælti til, at Trivnaðareind 10 hevur eina fasta mannagongd fyri, hvussu nýggj starvsfólk verða kunnað um stovnin og deildina, har tey skulu arbeiða.

Umboðsmaðurin mælti eisini til, at greiða fæst á tørvinum hjá starvsfólkunum á supervisión, og at starvsfólk verða kunnað um møguleikan fyri at fáa supervisión. 

Almannaverkið hevur greitt frá, at supervisiónin í dag er løgd í fasta legu hjá starvsfólkunum. Harumframt er supervisión eftir tørvi eftir ítøkiligar harðskapsstøður. 

Fjarleiðsla
Undir samrøðunum við starvsfólkini kom fram, at leiðslubygnaðurin við fjarleiðslu ikki virkaði eftir ætlan. Fjarleiðsla hevði við sær, at leiðslan sjáldan var á staðnum, og at starvsfólkini ongan høvdu at venda sær til, tá avgerðir skuldu takast. Fjarleiðsla hevði eisini við sær sjálvútnevndar leiðarar á staðnum, og hetta ørkymlaði og skapti tvídrátt millum starvsfólkini.

Aftaná eftirlitsvitjanirnar er leiðslubygnaðurin umskipaður til toymisleiðslu við einum eindarleiðara og tveimum leiðarum, sum skulu taka felags ábyrgd og vera meira til staðar á deildunum.

Umboðsmaðurin mælti til, at leiðslan á Almannaverkinum, saman við starvsfólkunum, eftirmetir, um nýggi leiðslubygnaðurin við toymisleiðslu er nøktandi. 

Almannaverkið hevur boðað frá, at Almannaverkið í næstum fer at eftirmeta bygnaðin við toymisleiðslu.

Gjald millum land og kommunur
Undir eftirlitsvitjanunum varð víst á, at ósemja javnan stakk seg upp um land ella kommuna skuldi gjalda fyri ymiskar tænastur til børnini, tí heildartilboðið, sum barnaverndartænastan rindar fyri, fevnir ikki um serligar tænastur, so sum sálarfrøðiliga hjálp og frítíðarvirksemi til barnið.

Umboðsmaðurin vísti á, at endamálið við at seta fyriskipan í verk eftir Barnaverndarlógini er, at børn og ung fáa neyðuga hjálp og umsorgan í rættari tíð, soleiðis at tey kunnu mennast. Sambært Barnarættindasáttmálanum hava børn rætt til at fáa sjúkuviðgerð og heilsubót og at luttaka í mennandi frítíðarvirksemi.

Umboðsmaðurin mælti til, at greiða sum skjótast fæst á, hvørjar útreiðslur eru fevndar av heildartilboðnum hjá Trivnaðareind 10, og hvørjar útreiðslur kommunurnar skulu gjalda.

Almannaverkið hevur boðað frá, at arbeiðið er farið í gongd at fáa greiðu á hesum viðurskiftum. 

Les alla frágreiðingina

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo