Nú á døgum eru tað bilarnir sum skulu vera av "góðari ætt"
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Okkara náttúru- og umhvørvisverndarlóg fyri sjógv- og havumhvørvið er Løgtingslóg nr. 58 frá 26. mai 2011, og hevur hon sum endamál at verja náttúru og umhvørvi, at varveita livikor menniskjanna, vistskipanir og djóra- og plantulív, so at samfelagið kann verða ment á einum burðardyggum grundarlagi.

Málið við lógini er at varðveita eitt reint og ríkt hav og at fyribyrgja og avmarka dalking av havi, strond og luft og aðra ávirkan á náttúru og umhvørvi frá virksemi, ið kann seta heilsu menniskjanna í vanda, hótta vistskipanir og livandi tilfeingi í havinum, vera til bága fyri lógliga gagnnýtslu av havinum og tilfeingi tess, skaða náttúru- og mentanarvirði á og í havinum, fram við strendurnar og á havbotninum, ella skerja rekreativ virði.

Nei, okkara lóg um verju av havumhvørvinum fevnir IKKI um ovurstóru dálkingina frá alivinnuni, men einans um dálking frá skipum, flogførum og havstøðum (boripallum o.t.), og tí letur Landsstýrið bara standa til og eitrandi dálking at halda fram uttan minstu fyribyrging ella tryggjan av havumhvørvinum.

Fløkjur kunnu væl vísa seg tá lógir skulu smíðast, og í hesum døminum við nýggjari havumhvørvissverndarlóg, vísa viðmerkingar til løgtingsmál nr. 47/2004 frá 21.februar 2005, at aling er fevnd av Løgtingslóg nr. 134 um umhvørvisvernd frá 1988. Henda lóg hevur so at siga somu endamál sum havumhvørvislógin, men tó uttan avgerandi ásetingina, at t.d. aling, ið ávirkar náttúru og umhvørvi munandi, ikki kann setast i verk uttan góðkenning frá landsstýrismanninum, og at ein slík góðkenning IKKI kan veitast fyrr enn umhvørvisárinsmetingar eru gjørdar.

Og sjálvt um havumhvørvislógin frá 2005 umrøður aðra dálking í breiðum tídningi, so vil Umhvørvisstovan, ið umsitur lógina, tulka tekstin soleiðis, at aling einans er fevnd av umhvørvisverndarlógini frá 1988 - kanska tí einki beinleiðis krav er um umhvørvisárinsmetingar.

At Umhvørvisstovan gevur umhvørvisgóðkenning til aling sambært Umhvørvislógini, frítekur ikki loyvishavaranum at lúka løgtingslógina um verju av havumhvørvinum. Og sjálvandi skal umhvørvisgóðkenningin verða treytað, at onnur viðkomandi lóggáva, ið her heilt greitt er lógin um verju av havumhvørvinum, eisini skal verða gingin á møti.

Prógvað er inntil fleiri ferðir at kemisku evnini brúkt verða í lúsabasingini eisini taka lívið av øðrum krabbadjórum, smákyktum og djóraplankton o.ø., og at hesi evni enntá finnast aftur í lidnu vøruni.

Laksalýsnar eru blivnar mótstøðuførar móti øllum evnum, og sær út til at tær eisini gerast mótstøðuførar móti feskum vatni. Hvørjar avleiðingarnar verða tá laksalús trívast í okkara vøtnum, áum og løkum, er ikki gott at vita, men at avleiðingarnar verða ógvusligar er lítið at ivast í.

Støðan í alivinnuni er ikki haldbar har túsundatals tons av kemiskum evnum verða latin á sjógv, og har alt livandi á firðunum so við og við fánar burtur. Sjálvsøgd rættindir at fara við tráu ella báti í fjørðin, eru skúgvað til viks til frama fyri einstakar føroyskar og útlendskar privatar fyritøkur, og tað, fáast kann av seiði og øðrum smáfiski, er ikki mannaføði vegna fóðringina í alivinnuni.

Hjá øllum alifyritøkunum er dálkingarstøðan støðan hin sama, og eru, sum er, bert fáir firðir har kemisk evni ikki verða latin beinleiðis á sjógv í aliringarnar og annars dumpað út i firðirnar frá brunnbátinum Hans á Bakka. Umhvørvisstovan ger lítlar og ongar kanningar av dálkingarstøðuni, og er kunnleikin til lívfrøðina á firðunum tí sera lítil. Og allíkavæl verður hildið áfram at geva nýggja aliloyvi sjálvt um staðfest er ovurstór og eitrandi dálking, ið ikki kann sigast at verða uttan tídning, og har vit eisini eftir fleiri ár síggja, at tamarhald ikki fæst á lúsabasingarstøðuni og dálkingini. Í slíkum førum heimilar Umhvørvislógin smb. kap.5 §34 landsstýrinum at banna framhaldandi rakstri og møguliga at krevja fyritøkuna, virkið ella útbúnaðin burtur.

Alivinnan lúkur ikki treytirnar í Umhvørvislógini, hon lúkur heldur ikki ásetingar í lóg um verju av havumhvørvinum, og fremur við dumping av kemiskum evnum brot á alla galdandi havumhvørvislóggávu. Heilsu- og Innlendismálaráðið umsitur lógina um verju av havumhvørvinum, men vil ikki fylgja ásetingum, at góðkenningar til virksemi á sjónum, ið ávirka náttúru og umhvørvi munandi, ikki kunnu veitast fyrr enn mett er um avleiðingar.

Umhvørvisstovan hevur 12. januar í ár gjørt vegleiðing um góðkenning og umhvørvisárinsmeting av verkætlanum á sjónum og í sjóvarmálum, við ávísing til kap. 13. í lógini, og til hvørji evni skulu viðgerast í slíkari kanning, og kann ikki snúgva sær undan, at aling eisini er fevnd av hesum krøvum sjálvt um góðkenning til eitt alibrúk er sambært Umhvørvislógini.

Kári Thomsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo