Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Vinna

Hagstovan: Umsetningurin í virði og umroknað til mongdir fyri smásølu er gjørdur upp fyri annan ársfjórðing í trimum yvirskipaðum vørubólkum.

Hesir eru matur og alkoholfríar drykkjuvørur, klædnavørur og fótbúnaður og húsbúnaður og húsarhaldsútgerð.

Um hugt verður at árligum broytingum, so vísa dagførdu tølini, at umsetningurin vaks mest fyri vørubólkin matur og alkoholfríar drykkjuvørur.

Verður hædd tikin fyri prístbroytingum og umroknað verður til mongdir, so sæst, at sølan av húsbúnaði og húsarhaldsútgerð er vaksin mest frá øðrum ársfjórðingi 2018 til annan ársfjórðing 2019. 

Trendurin í umsetninginum fyri vørubólkin matur og alkoholfríar drykkjuvørur vísir, at umsetningurin fyri henda vørubólkin var 3,5% hægri í øðrum ársfjórðingi í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør.

Hetta er sami miðal árligi vøksturin, ið hevur verið síðan byrjanina av 2013.

Verður hædd tikin fyri prísbroyting fyri henda vørubólkin, so sæst, at mongdin av hesum vørum er vaksin við tveimum prosentum frá øðrum ársfjórðingi í 2018 til annan ársfjórðing 2019.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo