Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Vinna

- Kvotur eru longur burtur nú enn nakrantíð, sigur Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum.

Á heimasíðuni hjá felagnum, sigur Jan Højgaard, at tað er greitt eftir fund í Fiskimálaráðnum í gjár tann 17. januar.

- Arbeiðsbólkurin fer nú undir at gera eitt tilmæli um, hvussu okkara fiskivinna skal rekast nøkur ár frameftir. Tilmælið skal verða klárt um góðar tveir mánaðir.

- Hetta er ein stórur sigur fyri okkum, ið hava hava hildið fast í okkara fiskidagaskipan. Vit hava víst á, at ein fiskidagaskipan, er tað einasta rætta undir Føroyum, tí tað er so blandaður fiskiskapur undir Føroyum.

- Vit hava eisini víst á, at tað er munandi betri stovnsrøkt við einari fiskidagaskipan. Fiskidagaskipanin gevur eisini betur hagtøl, og er nógv meira etisk og burðardygg, sigur Jan Højgaard.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo