Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Onnur tíðindi

71 ára gamli republikanarin Roy Moore var í november í fjør ákærdur fyri at hava gjørt seg inn á tilsamans níggju smágentir og ungar kvinnur. Hann vísti ákærunum aftur, men tapti valið til senatið sum umboð fyri Alabama.

Síðst í juli mánaða var hann við í satirusendingini "Who is America". Hann hevði fingið at vita, at hann skuldi taka ímóti eini virðisløn fyri sín stuðul til Ísrael. Men verturin, bretski skemtarin Sacha Baron Cohen, sum millum annað er kendur sum kasakhstanski journalisturin Borat, hevði eina heilt aðra dagsskrá.

Í sendingini hálaði hann ein "pedofil-detektor" fram sum fór at ýla tá hann peikaði eftir Roy Moore, sum afturfyri bleiv so illa við at hann rýmdi úr sendingini.

Nú vil Roy Moore hava endurgjald frá Sacha Baron Cohen, tí hesin av rongum hevur skulsett seg fyri at vera pedofilan, skrivar The Guardian. Hann vil hava onki minni enn 95 mió dollarar, einar 612 mió kr, í endurgjaldi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo