Tú hevði verið ovfarin av at vita, hvussu nógv tað kostar mær at síggja 'bílig' út
- Dolly Parton
Krutl

Hugagóðir menn umvæla sílatrappurnar. Grótlaðarin Adrian Strauss Joensen stendur fyri arbeiðinum. (Mynd Vagnur)

Hvannrók: Fríggjadagin kom eg í Sandagerð at hyggja at, meðan teir umvældu sílatappurnar í Sandá. Hesaferð við fossin.

Tað var miðsleiðis í 1950-árunum, at menn gjørdu fyrstu sílatrappurnar í Sandá. Hetta var gjørt til tess at hjálpa sjósílunum at koma niðan í ánna á gýta.

Sílini fara síðani aftur á havbit at vaksa seg stór fyri síðani at koma aftur í ánna. Sjósílini er kná, men tey hava sína avmarkingar, tí verða sílatrappur gjørdar.

Fleiri myndir her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo