Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Fólkatalið farið upp um 50.000 í Føroyum fyri fyrstu ferð í søguni.

Hetta kunnu vit takka Jørgen Niclasen og Jacob Vestergaard fyri.

Um ikki KVF og óndu vinstrahallu marxistarnir koyrdu eina hatursherferð, so hevði fólkatalið helst verið nógv hægri.

Eitt av marxistisku propagandaherrópunum fyri 5 árum síðani at niðurgera táverandi stýri var "Exit Føroyar".

Annars havi eg sjálvur ikki persónliga hildið at tað bara er lukkan at fólkatalið veksur, tí um vit gerast færri, so eru fleiri makrelar og laksar fyri hvønn persón.

Soleiðis hugsar ein um vinnu, men um ein hugsar, at alment lønt halda búskapinum uppi, so er tað kanska annaðleiðis?

KVF hevur nú verið avdúkað og flest øll eru samd um, at trúvirðið er ikki longur tað sama sum fyrr.

Eg má bara siga, at tá eg hugsi um, hvussu Jørgen Niclasen varð niðurgjørdur, spottaður og forfylgdur, so fái eg spýggjandi vaml.

Jan Lamhauge, Liljan Weihe og Dia Midjord eru nøkur vemmilig fólk!

Beinir Joensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo