Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Innlendis ítróttur

Runavíkar kommuna: Árla í morgun – 09.09.19 - skrivaðu Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, og Eva Jarl Hansen, medeigari í BBP Arkitektar, undir avtalu um neyvætling og heildarráðgeving, nú svimjihallarmálið av álvara fer í gongd. BBP Arkitektar vunnu arkitektakappingina fyrr í ár, og hetta er sama felag, sum í sínari tíð teknaði Bylgjuna, sum Búsetur bygdi. Á býráðsfundinum seinasta hósdag tóku allir býráðslimirnir undir við at geva borgarstjóranum heimild til at skriva undir avtaluna, ið var býráðsmálið, sum er undirritað í Keypmannahavn fyri løtu síðani.

Harvið er svimjihallarmálið fyribils farið úr hini politisku sferuni yvir í hina verkligu sferuna. Hetta hevur verið eitt afturvendandi mál síðani miðskeiðis í 60árunum í hinari øldini, og tíðum hevur tað verið uppi og vent og fingið nógva umrøðu – eisini í miðlunum. Kortini varð ikki gjørdur álvari burturúr, allar hesar ferðirnar, men nú bendir alt á, at borgararnir í kommununi fáa eina svimjihøll. Tíðarætlanin í avtaluni er, at nakað eftir ársskiftið 2020/2021 er tilfarið til útbjóðing búgvið, og velur býráðið tá at fara undir at fremja verkið, kann svimjihøllin standa liðug einaferð seint í 2022.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo