Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Skúli

Bygnaðarbroytingar eru nýliga framdar í Mentamálaráðnum, og Undirvísingarstýrið er nú skipað sum ein eind undir Mentamálaráðnum. Undirvísingarstýrið tekur sær burturav av rakstrarliga partinum av skúlaverkinum, og hetta hevur nú sjónligar broytingar við sær.

Mentamálaráðið flutti fyrst í juni úr Hoyvíksvegi 72 oman á Tinghúsveg 7.  Undirvísingarstýrið er framvegis á Hoyvíksvegi 72, og Studni, ið er partur av Undirvísingarstýrinum, flytur inn fyrst í juli mánaða.

Undirvísingarstýrið hevur nú fingið egna heimasíðu: www.undirvising.fo, og verður heimasíða Mentamálaráðsins lagað til bygnaðarbroytingarnar.

Hjalmar Hansen, stjóri í Undirvísingarstýrinum sigur, at heimasíðan fyrst og fremst vendir sær til teirra, ið Undirvísingarstýrið skal veita eina tænastu, eitt nú skúlaleiðslur, lærarar og onnur starvsfólk í skúlaverkinum, umframt at vera eitt sambindingarlið millum tey.

Tað er fyritøkan Qodio, ið hevur sniðgivið og ment heimasíðuna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo