Gakk ongantíð firtin longur, enn tað loysir seg
- Hans Pauli Johannesen
Lesarin skrivar

Tað undraði ikki sørt at hoyra formann floksins alment boða frá, at Sjálvstýrið hevði fingið tilboð um møguliga at fara upp í sitandi samgongu, men tók ikki av.

Tað, sum undrar, er, at eg sum nevndarlimur í Streymoyar Sjálvstýrisfelag als ikki havi frætt nakað sum helst um hetta, tí mær vitandi hava vit í Suðurstreymoy einki ímóti at taka upp samráðingar um samgongu, um vit kunnu vinna nakað við tí, tvørturímóti!

Sjálvstýrið er so illa fyri í Suðurstreymoy, at her er mestsum øskukalt.

Og okkara fólkavaldu tykjast ikki vilja gera nakað sum helst fyri at bøta um tað.

Tað er lítið hugaligt at royna at reka fyri flokkin, tá ið øll orka fer til at taða í Eysturoynni og í Norðuroyggjum.

Hetta er hóast alt ein politiskur flokkur, ið bjóðar seg fram kring landið alt.

Ein møguleiki hevði verið at roynt at fingið eitt dugnaligt landsstýrisumboð úr meginøkinum, um ikki annað, so fyri at royna at kveikja tær sjálvstýrisglóðir, ið enn ana her, og kanska fáa nakrar afturat.

Eitt annað, ið er uppaftur verri, er, at løgtingsumboð floksins treyðugt lata  varafólki løgtingssessin – av fullkomiliga ópolitiskum og ófatiligum ávum.

Eg umhugsi álvarsliga mín limaskap í einasta politiska flokki, eg havi verið limur í í meira enn ein mansaldur.

Skal flokkinum vera lív lagað, og skal hann hava nakra framtíð á jøvnum føti við aðrar politiskar flokkar, má leggjast á annan bógv, ongantíð ov skjótt.

Samband við sitandi samgongu eigur at vera tikið upp beinanvegin, um tað veruliga er soleiðis, sum formaður floksins greiddi frá í farnu viku.

Annars vænti eg, at elsti politiski flokkur í landinum fer skjótt at syngja sín svanasong.

Hans J. Hermansen,
Nevndarlimur í Streymoyar Sjálvstýrisfelag

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo