Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand
Tiltøk

1. desember lat tekningin til Ung í Føroyum 2018 upp.

Frá 16. til 18. februar 2018 verður fimtanda Ung í Føroyum-stevnan í Norðurlandahúsinum. Ung sum eru fødd frá 1999 til 2004 kunnu tekna seg til størstu afturvendandi ungdómslistastevnuna í Føroyum.

Endamálini við Ungum í Føroyum
- At skapa ein pall fyri ungdómsmentan, har ungdómurin sjálvur sleppur at hava ávirkan og vísa á, hvørji áhugamál teirra eru.
- At stimbra og kveikja áhugan hjá ungum í listaligum virksemi, við at lata tey arbeiða saman við dugnaligum yrkislistafólki úr ymsum listagreinum.
- At geva ungum møguleika at hitta javnlíkar, og soleiðis heilt frá ungdóminum at skapa sær týðandi netverk innan egnar listagreinir.

Hetta er á skránni í 2018
Á stevnuni fara tey ungu at kunna velja millum seks avbjóðandi verkstovur:

- Ljóssniðgeving við Súna Joensen, ið er útbúgvin ljóssniðgevi frá Den danske scenekunstskole. Súni hevur gjørt ljós til nógvar stórar sýningar, serliga í Danmark, har hann í løtuni búleikast.
- Dansur við Katyu Nielsen, ið er útbúgvin dansari á Statens scenekunstskole í 2011. Katya hevur dansað nógv ymsa staðni, m.a. á Dansk Danseteater og Black Box Dance Company.
- Sjónleikur við Arn-Henrik Blomquist, ið er útbúgvin leikstjóri og sjónleikar. Hann býr í Álandi, men arbeiðir dagliga í Svøríki og Finnlandi, har hann setir sjónleikir og operur upp á stórum leikhúsum.
- Myndlist við Sámali Blak, ið er útbúgvin pallsniðgevi á Central St. Martins College of Art & Design í London. Sámal arbeiðir kring allan knøttin við pallsniðgeving.
- Tónleikur við Hera Joensen, ið er útbúgvin á D.A.R.K. í Keypmannahavn, og sum hevur drúgvar royndir sum tónleikari, serliga innan tungmálm, við tónleikabólkinum Týr.
- Bókmentir við Eiríki Örn Norðdahl, ið er íslendskur høvundur, yrkjari og umsetari. Eirikur hevur arbeitt nógv innan eksperimentellar bókmentir, m.a. framførslu- og konseptyrking,

Á stevnuni verður miðvíst arbeitt fram móti stórari almennari sýning, har allar verkstovurnar taka lut. Samskipari av hesi sýningini verður sjónleikari og dansari, Kristina Sørensen Ougaard. Kristina er m.a. ein av stovnarunum av eksperimenterandi leikbólkinum Det Ferøsche Compagnie. Sýningin verður í Norðurlandahúsinum sunnudagin 18. februar.

Stevnan byrjar fríggjamorgun, har farið verður í gongd at arbeiða í verkstovunum, og hildið verður fram til seinnapartin sunnudag. Fríggjakvøld og leygarkvøld, hava tey ungu innanhýsis sýningar fyri hvørjum øðrum, av ymsum, ið tey hava fyrireikað áðrenn stevnuna.

Verkætlanarleiðarar av stevnuni eru Rakel Helmsdal og Birna Heinesen, í samstarv við Norðurlandahúsið í Føroyum.

Álendsk vitjan á UíF18
At stuðla upp undir nýskapan og netverkan eisini út um landoddarnar eru hesa ferð 10 ung og ein verkstovuleiðari boðin við úr Álandi. Hesi koma at taka lut á sama støði sum tey føroysku ungu.

Tekning
Til ber at seg til stevnuna á heimasíðuni www.ungiforoyum.info fram til 7. januar. Har er eisini meira at lesa um stevnuna og verkstovuleiðararnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo