Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Hvussu væl kenna ung síni rættindi á arbeiðsmarknaðinum? Tað hava Sosialistisk Ung sett sær fyri at kanna. Í samstarvi við S&K Felagið fara tey í summar undir átakið ”Starvskunningin”, har tey vitja ung, sum arbeiða í handli. 

Í summar fara Sosialistisk Ung (SU) undir eitt spennandi átak, sum tey kalla ”Starvskunningin”. Í eina viku í summar fara limir úr SU at ganga hurð til hurð í ymisku handlunum í Tórshavn at hava starvskunning fyri teimum ungu starvsfólkunum. Starvskunningin er gjørd í samstarvi við S&K felagið, sum er fakfelagið hjá teimum, ið arbeiða á skrivstovu og í handli. 

Átakið snýr seg um at kanna, hvussu væl upplýst tey ungu eru um síni rættindi. Samstundis er endamálið at kunna tey um rættindini, um tørvur er á tí. Fleiri ung hava arbeiði í handli aftaná skúlatíð, og um tey ikki vita hvørji rættindi tey hava, vita tey ikki, hvørji krøv tey kunnu seta arbeiðsgevaranum. Hetta kann lættliga føra til óhepnar upplivingar á arbeiðsplássinum, siga tey í SU. 

Íblásturin til átakið kemur úr Danmark. Danska systirfelagið DSU hevur í fleiri ár havt átakið ”Jobpatruljen”, har tey kunna donsk ung um rættindi á arbeiðsmarknaðinum í samstarvi við fakfeløg í Danmark. Føroyska ”Starvskunningin” er tí eisini ment í tøttum samstarvi við DSU, sum hevur veitt góða vegleiðing og ráðgeving í tilgongdini. 

Limirnir í SU gleða seg at fara undir starvskunningina og vóna, at móttøkan verður góð. Árið í ár er eitt royndarár, og næsta ár er ætlanin at hava starvskunning í øllum landinum.

Sosialistisk Ung

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo