At reka handil uttan at lýsa er sum at blunka til eina kvinnu í myrkri
- Stuart H. Britt
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Norðlýsið og VP leggja Unga Tjóðveldið undir at hava konstruerað málið um Bjarna Hammer.

Hesum vilja vit staðiliga vísa aftur.

Um Norðlýsið og VP høvdu biðið um viðmerking til málið, áðrenn so ógvusligar ákærur vórðu skrivaðar, høvdu miðlarnir fingið sama svarið.

Í miðlunum hevur verið frammi um eitt samskifti, sum ein nevndarlimur í Unga Tjóðveldið skal hava havt við eitt systkinabarn.

Hvat limir í Unga Tjóðveldið gera ella samskifta um privat, hevur Unga Tjóðveldið onki við at gera.

Vegna Unga Tjóðveldið,
Elsa Berg, forkvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo