Sterkar kvinnur kunnu bert vera giftar við veikum monnum
- Betty Davis
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Unga Tjóðveldið: Frælsisbitar er poddvarp Unga Tjóðveldisins har vit kóka stórmál niður í smáar bitar og geva tær okkurt at tyggja.

Partarnir eru stuttir og snúgva seg um ymisk mál, ið vit halda vera áhugaverd, tað verði seg frælsi og umhvørvi, ella rúsdrekkalógina og javnstøðu.

Frælsisbitarnir verða fyrireikaðir av einum fjølbroyttum skara av ungum tjóðveldisfólkum, ið øll koma við sínum egna skapandi, livandi og frælsa lyndi.

“Jinglan” í Frælsisbitum er gjørd Mariu Lindenskov, ið gongur undir tónleikanavninum Marbles Lost.

Fyrsti og annar frælsisbiti kunnu hoyrast á soundcloud: Frælsisbitar #1 Hvat er frælsi?

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo