Liv Lívið Livandi
- herróp hjá ítróttarfelag
Innlendis ítróttur

Aftur í ár er unglingalandsliðið í badminton á veg til páskakapping í Berlin.

Ferðalagið fór úr Føroyum týsmorgunin og fer víðari til Berlin mikumorgunin.

Í gjár vandu tey saman við leikarum úr Lyngby Badmintonklub, og er hetta ein góður máti at knýta nýggj vinarbond.

Sjálv kappingin í Berlin byrjar fríggjadagin og heldur fram til sunnudagin. Spælt verður einmansleiki, tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki.

Í fjør vunnu Føroyar eina gull og tvær bronsu.

Vónirnar í hópinum eru góðar, og hava leikararnir fyrireikað seg væl til kappingina.

Leikararnir á unglingalandsliðnum eru:

U15
Adhya Nandi
Miriam í Grótinum
Bjarnhild í Buð Justinussen
Hans Elttør
Tórur Paulason

U17
Sissal Thomsen
Lena Maria Joensen
Rúni Øster
Ari Nandi
Ari Miné Jacobsen
Árant á Mýrini
Jónas Djurhuus
Jónas Vágsheyg

U19
Gunnva Jacobsen

U22
Kristina Eriksen
Magnus Dal-Christiansen
Rani í Bø

Venjarar á túrinum:
Aritra Nandy
Sune Gavnholt
Erik Engelbrecht Thomsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo